Ein løgin maskina.
“So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.”
1.Mós. 1,27
Um vit menniskju sjálv skuldu gjørt kropp okkara og skrúvað og sett hann saman tøkniliga sum eina aðra maskinu, so høvdu vit hávirt hann. Eitt hjarta slær 70 ferðirnar í minuttin, tað vil siga 100.000 ferðirnar um døgnið, og knappar tvær milliardir í 50 ár, og tað uttan at skula bøtast. Henda maskinan vigar 300 gramm.
Tvær milliónir sveittapoknur í húðini ansa eftir, at likamshitin støðugt er 37 stig celsius. Nervarnir bera tríggjar ferðir so skjótt at, sum eitt snartok. Teir 5 litrarnir av blóði, sum eru í okkum, innihalda 25 billiónir reyð blóðlikam og 34 milliardir hvít blóðlikam.
Men tað halda vit vera eina sjálvfylgju og undrast ikki, av tí at vit eru ikki egna verk okkara. Vit eru nevniliga Guds skaparverk!
Tí kann ein menniskja eydnast og gerast tað ófatiliga stóra: Guds barn, Guds vinur, Guds medarbeiðari.
Og ein menniskja kann miseydnast og gerast eitt illmenni. Av øllum skapningum eru vit tey einastu, sum kunnu gerast tað mótsetta av tí, vit eru ætlað til. Ein livandi revur er og verður ein revur. Hann kann ikki verða eitt illmenni av einum revi.
Menniskja er ein skapningur, sum á aðrari síðuni líkist djórunum og plantunum. Vit kunnu altso følna og doyggja, rotna og venda aftur til moldina, men um vit hyggja at hinari síðuni, so eru vit skapt í Guds mynd, so vit skulu líkjast honum og liva ævigt hjá honum.
Ein maskina! Ja, gjørd úr 66% av vatni – 10,5% av feitti – 16,8% av eggjahvítaevni – 1,1% av kolvætu – 5,6% av øsku – um hetta tilfarið skal virðismetast, hevði tað kostað umleið 20 kr. Men Gud elskar okkum og hevur blást sín lívsanda inn í okkum.
Hvør dugir at fata tað? Og fyri at vit ikki skulu gerast illmenni, sendi Gud okkum hann, sum Pilatus førdi fram píndan og dømdan við orðunum: “Sí, her er maðurin.” Tað er í honum, vit síggja, hvat ið Gud hevur hugsað sær við okkum. Tað er eisini bara við honum, Jesusi, at vit verða tað, sum Gud hevur hugsað sær.
“Kirkeklokken”. E. Campbell umsetti.
Sds