Ein smásteinur í skónum

“Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.”
1.Jóh.1,9

 

Ein smásteinur í skónum voldir ofta meiri fortreð enn ein tung byrða á bakinum. Smásteinurin hindrar einum í gongdini. Hann kann eisini verða vandamikil, eitt gnaddsár er ikki at skemtast við.

Ein kann undrast á, at ein so lítil lutur kann spilla so nógv. Tað hjálpir ikki, hvussu klárt loftið er, hvar ein gongur, hvussu vakurt útsýnið er, ella hvussu hugnaligt fylgi, ein hevur. Steinurin í skónum spillir alt.

Har er bert eitt at gera: Steðga, lat teg úr skónum og fá steinin burtur!

Mong ganga, andaliga sæð, við einum steini í skónum. Tað er okkurt, sum ikki er gjørt upp – onkur órættur, ein gjørdi, okkurt orð, ein segði, okkurt ólýdni, okkurt óblídni, onkur beiskleiki. So leingi, tað er har, fær ein ikki frið, ein er misnøgdur, ótryggur, bangin, illfjøskutur og óglaður. Um steinurin verður verandi, kemur eitt sár, sum kann vera vandamikið. Blóðeitring kann standast av tí.

Minst nú til, at tú hevur bert eitt at gera; steðga, lat teg úr skónum og fá steinin burtur!

Tað kostar eitt sindur at eyðmýkja seg og gera upp, men tað slepst ikki undan.

Hoyr, hvat Guds orð sigur: “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.”

Hetta er ein royndur vegur, ein tryggur vegur, ein vegur til frælsi.
Úr “Solstrejf på vejen” eftir H.E.Wisløff. tj týddi