Einar opnar dyr

„Eg veit um gerningar tínar. Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt. “
Opb. 3,8.

 

Kanska skalt tú taka eina týðandi avgerð, men tú veitst ikki rættiliga, hvat ið tú skalt gera? Ella kanska heldur tú, at allar dyr eru læstar, og tú veitst ikki hvønn veg, ið tú skalt fara? Fall ikki í fátt! Gud kann lata einar dyr upp fyri tær, sum eingin kann lata aftur. Hoyr hesi undurfullu orðini, sum Jesus sigur í Bíbliuni. Hann sigur tey við kirkjuliðið í Filadelfia. Hesi orð kanst tú eisini taka til tín sum tíni: „…Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt.“ Opb. 3,8

Fyri tað fyrsta vísur henda tekst, at Gud kann lata einar dyr upp fyri tær, tá ið tørvur er á tí. Um Hann ger tað, so kann einki menniskja lata tær aftur. Tekur tú Gud við í lívi tínum og í tínum avgerðum (t.e. tú biður um Hansara hjálp og ert villigur at gera tað, Hann sigur), so kann Hann lata møguleikar upp fyri tær, har tað í dag eingir møguleikar eru.

 

Fyri tað næsta sigur Jesus, at tú ikki skalt falla í fátt, sjálvt um tú heldur, at tú hevur lítlan mátt. Tað er nevniliga so, at tað veldst ikki um tín mátt, tá ið Gud er uppií. Guds kraft er størri enn tín veikleiki.

 

Fyri tað triðja so er tín lutur at halda fast við tey orð, Jesus hevur talað og ikki at avnokta Hann. Tað vil siga, at tú kanst lesa um tað, Jesus sigur í evangeliunum í Nýggja Testamentinum og fylgja Jesusi, tá ið tú gert tað, Hann sigur. Samstundis kanst tú við frímóði halda fast í, at tú trýrt á Jesus og fylgir Honum.

„Præsten og Psykologen“ – Effie Campbell umsetti