Einføld bøn
”teir, sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.« ”
Mark.12,40
Undir ein veking í Skotlandi fyri nógvum árum síðani kom ein ung bygdargenta í syndaneyð. Hon leitaði tí til prest fyri at tosa við hann um, hvat hon skuldi gera fyri at verða frelst.
Presturin lurtaði og tosaði blídliga við hana. Loksins gav hann henni tey ráðini, at hon skuldi lesa í Bíbliuni og biða til Guds, tí so fór at laga seg.
“Ja, men eg dugi ikki væl at lesa – tað havi eg aldri rættiliga lært og eg havi heldur ikki skil fyri at biðja” svaraði hon. Men júst í somu løtu suffaði hon í sínum mótfalna hjarta: “Harri, Jesus, tak meg júst sum eg eri.”
Er tað neyðugt fyri okkum at siga, at hennara einfalda bøn varð hoyrd, og Jesus frelsti sál hennara? Tá Eliza Hamilton seinni hoyrdi um umvendingina hjá hesi skotsku gentu yrkti hon sangin, “O, Harri Jesus, hoyr nú meg,”
E.Campbell umsetti