Einki fór til spillis
„soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til.“
Jes.55,11
Agnethe Bach Frederiksen var LM trúboðari í Ulanga, Tanzania í Afrika 1950-1969. Ein dagin tók hon tasku sína og fylti hana við Lukasarevangelium, og so koyrdi hon inn í Ulangadalin, setti bilin og fór at býta evangelii út.
Ein afrikanari skræddi bløðini út úr tí Lukasarevangelii, hann beint hevði fingið. Við vanvirðing blakaði hann tey oman eftir vegnum.
Agnethe sá hetta og varð ómetaliga kedd. “Tað nyttar einki at sáa Guds orð,” teskaði ein rødd. “Jú, tað nyttar!” teskaði ein onnur rødd. Ferð eftir ferð mátti Agnethe suffa upp til Guds: “Harri, vælsigna títt egna orð!”
Tá ið hon seinni um dagin var á veg heim við sínari tómu bíbliutasku, sá hon brádliga eina lítla smáttu inni millum runnarnar, næstan fjald í tí síða grasinum.
Hon hugdi innum, men sá bara ein skúladrong. Hann lá á búkinum niðri á gólvinum og fjasaðist við nøkur bløð. Tað var Lukasarevangeliið, sum hann hevði funnið, og nú lá hann og legði síðurnar í rætta raðfylgju. Hann gleddi seg at lesa bókina, tá ið hann hevði fingið samlað hana. Hetta var óivað fyrsti partur av Bíbliuni, hann nakrantíð hevði átt. Hann hevði funnið øll bløðini uttan annan kapittul.
Tá ið Agnethe kom longur oman, hitti hon ein annan skúladrong. Hann stóð aftan fyri eitt træ og las í onkrum. Hann hevði funnið annan kapittul hjá Lukasi og strálaði av gleði yvir sín fong. Hetta var um jóltíðir, og hann hevði beint tá hoyrt jólaevangeliið yviri í skúlanum. “Nú kann eg sjálvur lesa um Jesu føðing,” segði hann við einum stórum smíli.
Tá ið Agnethe koyrdi víðari, mátti hon takka Gudi av fullum hjarta. So var tað evangeliið, sum hin afrikanarin hevði skrætt sundur, kortini ikki farið til spillis.
Guds orð er líka sum sáð, sum verður lagt í moldina. Tað veksur upp og kann blíva til okkurt stórt. Um tú ert ein, sum til dømis gongur við “Sunnudagsblaðnum”, so skalt tú minnast til, at tú gongur ørindi fyri Jesus, og hann skal í sínum tíma løna tær fyri tað. “Sæl eru tey, ið allar staðir sáa,” sigur Guds orð.
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

