Einki sum eitur vanligt

Skrivað: Karen Huang
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Og tó at allir hesir fingu góðan vitnisburð fyri trúgv sína, ognaðust teir kortini ikki fyrijáttanina. Heb. 11,39

Tá Anita stillisliga sovnaði burtur á sínum níti ára føðingardegi, fekk tann friðurin, sum hevði merkt lív hennara eisini loyvi at merkja burturferð hennara. Hon hevði verið einkja og hevði gjørt alt fyri síni børn og ommubørn. Eisini hevði hon verið vinur við tær yngru kvinnurnar í kirkjuni.

Anita hevði ikki, eftir heimsins mátistokki, framúrskarandi gávur og ei heldur hevði hon avrikað nakað framúrskarandi. Men hennara djúpa trúgv á Guð kveikti tey, sum kendu hana. “Tá eg ikki veit, hvat eg skal gera við ein trupulleika”, segði ein av mínum vinkonum, “so hugsi eg ikki um, hvat teir vælkendu prædikumenninir hava sagt ella einhvør rithøvundur. Eg hugsi um, hvat Anita hevði sagt.”

Fleiri av okkum eru sum Anita, vanlig fólk sum liva eitt vanligt lív. Nøvn okkara vera ikki nevnd í tíðindunum, og eingin minnisvarði verður reistur at heiðra okkum. Men eitt lív liva í trúgv á Jesus er ongantíð nakað vanligt, tað er altíð nakað stórt og gott.

Nøkur av teimum sum eru nevnd í Hebrearabrævinum kapittul 11 eru ikki nevnd við navni (v 35-38). Í trúgv gingu tey gjøgnum trongdir, hóast tey ikki fingu lønina, sum var lovað, hesi megin grøvina. Av tí at tey vóru Guði lýðin, var trúgv teir ikki til einkis. Guð brúkti teirra lív upp á ymiskar mátar, sum var meira stórsligið enn nakað bragd tey kundu havt avrikað.

Um tú kennir mótloysi, tá ið tú hugsar um, hvussu vanligt lív títt er, so minst til at eitt lív liva í trúgv á Guð hevur ævinliga ávirkan. Tað virkar Gud.