Eins og blóman

Skrivað: Jónhild Djurhuus

"Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal" (Sálm 1, 3).

Plantur, sum ikki fáa vætu, torna upp og doyggja. Summar plantur fáa so lítið av vatni, at tær bara akkurát yvirliva, tær vaksa seg ongantíð stórar og vakrar. Men tær plantur, ið fáa røttu nøgdina av vætu vaksa og frukta væl og eru til gleði fyri umhvørvið.

Somuleiðis er eisini við okkara andaliga menniskja. Um vit ikki fáa andaliga vætu, so doyr okkara andaliga menniskja. Og um vit bert fáa eina lítla nøgd, so vaksa og blóma vit ikki, men bara líka yvirliva. Um vit dagliga fáa røttu nøgdina av lívsins vatni, so gevur Gud ríkan ávøkst.

Hvar fáa vit so hesa vætuna? Jú, í Orðinum – les í Bíbliuni. Jesus sigur í Jóhannes 4, 14: at tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta;

”Eg vil vera sum eitt træ, plantað tætt við vatnið,

líta bert á Jesus, so vaksi eg.

Eg vil vera sum eitt træ, plantað tætt við vatnið,

líta bert á Jesusar navn.

 

Sum røturar vaksa, gerst træið bert størri,

Øll síggja tað blóma við signingum.

Sum røturnar vaksa, sæst betur og betur,

at Jesus er mín frelsari.”