Eitt er neyðugt

”Men Harrin svaraði og segði við hana: »Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.« ”
Luk.10,41-42

Soleiðis sigur Jesus við vinkonu sína, hina umhugsandi og gestablíðu Martu í Betania, sum Jesus altíð var til hús hjá.

Soleiðis sigur hann eisini við teg, tú Guds vinur ella vinkona, tú Guds barn, sum ger tær ónáðir og stríð av mongum, sum upptekur tín hug, títt sinni og tína tíð fram um tað eina neyðuga, tað – fyrst at søkja Guds ríki og rættvísi hansara.

Guds trúfasta orð, sum aldri vikast, sigur okkum, at søkja vit fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal hitt verða okkum givið umframt. Tað er so nógv í tí dagliga lívinum, sum okkum tykist at vera so neyðugt. Vit hava ikki stundir at vera so mikið still, at vit kunnu lesa eina andakt ella eitt stykki í Bíbliuni. Vit hava við so mong menniskju at gera, sum hava gestablídni og vælgerð okkara fyri neyðini. Vit eiga eisini at vera gestablíð og vælgerandi móti teimum, men tó ikki soleiðis, at vit gloyma at lýða á Guds orð.

Jesus er komin til húsar her hjá vinum sínum, svangur og troyttur; tó er tað honum neyðugari at tala Guds orð enn at fáa mat og hvílu. Matgerðin skal til, men Maria hevur valt hin góða lutin, tí hon søkir fyrst Guds ríki. Marta, sum annars tykist at vera eitt skilafólk, hevur ikki ans fyri hesum.

Á, hvussu mong skilafólk fara ikki í kirkju sunnumorgun, tí tey eru so móð, ella hava eitthvørt at rudda og stákast við. Tey hava enn ikki fingið ans fyri, at eitt er neyðugt. ”Vit eiga fram um alt leggja dent á, at vit nú og framvegis mega vera Guds kæru børn, liva honum til vildar, og í samfelagi við honum verða sæl.”
n.