Eitt langt, lukkuligt hjúnalag
„Tit menn, elskið konur tykkara, líkasum eisini Kristus elskaði kirkjuliðið og gav seg sjálvan fyri tað, “
Ef.5,25
George og Mary Lou hátíðarhildu sítt gullbrúdleyp, og í tí sambandi spurdi ein blaðmaður George: „Hava tygum uppskriftina upp á eitt langt, lukkuligt hjúnalag?“
George segði, at eftir brúdleypið hevði verfaðirin givið honum ein pakka. Í pakkanum var eitt gullur, sum George enn brúkti. Hann vísti blaðmanninum tað. Tvørtur um glasið á urinum, sum hann hugdi eftir mangar ferðir dagliga, vóru inngrivin hesi orð: „Sig okkurt pent við Mary Lou.“ Hasum urinum munnu vit øll hava brúk fyri.
e.c. ums.
Edvard Poulsen

