Eitt neyvt svar

”Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.”
Markus 10,16

 

Ein kristin drongur varð ofta argjaður av sínum vinum, tí hann var á møti hvønn sunnudag. ”Tað er væl ikki neyðugt,” søgdu tey við hann. ”Tey siga jú tað sama um og umaftur, viku aftaná viku.”

 

”Tað er rætt, men sjálvt um eg veit, hvussu breyð smakkar, so má eg kortini eta tað hvønn dag fyri at halda mítt likam livandi. Guds orð er breyð fyri mína sál, tað má eg hava at eta hvønn dag, um mín sál skal halda áfram at liva.”

 

Etur tú Guds breyð hvønn dag?

E.C umsetti