Eitt pláss í Himli?
Tá ið Fríðrikur mikli helt veitslur sínar á tí vakra Sanssouci í Potsdam,
gekk tað ógvuliga lívliga fyri seg. Matur og drekka varð ikki spart, og
heldur ikki trutu stuttligar viðmerkingar.
Hin tiltikni Voltaire var ofta gestur hjá hesum fólkunum, og ikki var lætt at
teppa hann. Men eina ferð eydnaðist tað.
Samrøðan snúði seg um “æviga lívið”, og fransurin skuldi hava sagt: “Mítt
pláss í Himli er til sølu fyri ein proysiskan dálara! Hvør vil hava tað?”
Tá var tað, at ein týskur embætismaður fór á føtur og segði: “Harri mín!
Tygum eru staddur í Proysen. Eftir okkara lógum mugu øll, sum selja
okkurt, fyrst prógva ognarrætt sín. Gerið tí so væl at prógva, at tygum av
sonnum eiga eitt pláss í Himli!”
Har gjørdist tøgn, og fólk vórðu illa við. Kanska var hetta eisini ein talandi
tøgn. Hesin sami Voltaire helt, at hann skjótt skuldi bróta niður tað, sum
tólv fátækir fiskimenn høvdu boðað. So dygiliga vórðu orð hansara gjørd
til skammar, at húsini hjá Voltaire seinni gjørdust goymsluhús, har
hundraðtúsundtals Bíbliur lógu.
“Evangelisten”. E.Campbell umsetti.