Ert tú í brúdleypsklæðum?
Í líknilsinum um brúdleypið hjá kongssyninum leggur Jesus dent á, at røttu brúdleypsklæðini eru neyðug. Ein gestur kom uttan rætta búnan og varð koyrdur út aftur. Vit kunnu hugsa, at tað var órættvíst av konginum at krevja serstøk klæði, tá ið hann hevði boðið fólki beinleiðis av gøtuni, men frágreiðingin er tann, at kongurin sjálvur hevði syrgt fyri brúdleypsbúnanum.
Skilja vit hetta andliga, er okkum neyðugt at fáa nýggjan búna, fyri sleppa fram fyri tann himmalska kongin. Vit mugu vera í einum rættvísisbúna fyri at sleppa inn, men hesi klæði eru vit ikki før fyri at útvega okkum sjálvi.
Tað veit Gud fullvæl, og tí gevur hann okkum tey. Tá ið Kristus doyði á krossinum, tók hann syndir okkara, okkara dálkaðu klæði og gav okkum ein nýggjan búna, nevniliga sín heilagleika, sín reinleika.
At vera rætt ílætin er sostatt at verða í frelsubúnanum. Eru vit tað, eru vit til reiðar til tað stóra lambsins brúdleyp.
Um vit á tí eina degi ikki eru latin í Guds frelsubúna og sveipað í rættlætis skikkju, so fara vit at hoyra: »Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?« Og tá hava vit einki at svara.