Fá tær lívsins breyð
„Eg eri lívsins breyð. “
Jóh.6,48
Nógv menniskju lesa nærum ongantíð í Guds orði, Bíbliuni. So hava tey ongan ugga og onga hjálp. Hví? Tí at orðið frá Jesusi og orðið um Jesus ikki eru vorðin „Lívsins breyð“ fyri tey. Tey liva ikki í har, sum orð Guds er vorðin tann dagliga føðin, sum okkum er tørvur á.
Í einum sálmi stendur: „Gud, lat okkum liva av orði tínum sum dagligt breyð á hesi jørð.“ Nógv fólk minnast aftur á, at soleiðis var tað í barndómsheimi teirra einaferð. Tey minnast aftur á tað við gleði. Men hvør er støðan í heimi okkara í dag? Er Guds orð tað dagliga breyðið, ið leiðir Jesus til okkara?
E.C umsetti