Faðir, fyrigev teimum
"Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!" (Luk 23,34)
Krossarorð av Jesu munnið.
Jesus veit, at hansara stund nú er komin. Um vit eru bangin fyri, at okkara stund nú er komin, er bønin okkum kær – soleiðis eisini hjá Jesusi.
Vakrari og meir ómenniskjalig bøn er ikki biðin. Jesus biður fyri teimum, sum hava spýtt á hann, hava húðflongt hann, teimum sum hava hongt hann á krossin; og Jesus hevur enn neyð fyri teimum: “Faðir, fyrigev teimum”.
Ikki einans vil hann, at faðirin skal fyrigeva, men leggur teimum eina umbering inn: “Faðir, teir vita ikki, hvat teir gera”.
Hesin sami Jesus hevur eisini lært okkum at biðja, tað gjørdi hann við “Faðir vár”. Her lærur Jesus okkum millum annað “fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara” Hetta vóru ikki bert tóm og vøkur orð; í hesi bønini livdi Jesus sína egnu bøn út, heilt inn í deyðan.
Soleiðis sum vit megna at fyrigeva øðrum, soleiðis vil Gud eisini fyrigeva okkum. Nú kundi Jesus trína beint inn í himmalin. Tann, sum megnar at biðja eina slíka bøn, hevur ikki brúk fyri syndanna fyrigeving; hann er reinur, har var einki hatur og óndskapur. Hví, jú, tí hann var Guds egni sonur.