Familjan
”Sælur er hann, sum Harran óttast, og sum leiðir hans gongur. ”
Salme 128,1
Um vit her hjá okkum ynskja at koyra bil, ja so mugu vit øll upp í teori-og koyriroynd. Men tá tað snýr seg um at gifta seg og grunda familju, so er als eingin upplæring. Eingin sigur okkum, hvussu vit gerast vís uppá familjuna.
Lesið Sálma 128. Hesin sálmur leggur dent á, hvussu stóran týdning familjan hevur, og hann sigur okkum eisini, hvussu nógv vælsignilsi, ið fellur í teirra lut, ið óttast Harran: Lyftir um dagligt breyð, lyftir um eitt langt lív fyri hjúnafelaga og børn, og vælsignilsir á nógvum øðrum av lívsins viðurskiftum.
Ein trúgvandi kvinna segði einaferð, at Orðatøkini 31 leingi var ein trupulleiki fyri hana, líka til Harrin lat upp eygu hennara, og hon fekk loyvi at síggja, at henni ikki nýttist at vera alt tað, sum har var lýst og skrivað um, men at hon var frí til at gera tað. Tað er ikki meint sum eitt krav, men sum ein lýsing av tí, kvinnan kann gera, um hon ynskir tað. Tað er bíbilsk kvinnufrígering.
Aglow-bladet E. Campbell umsetti