Fangahúsið
”Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. ”
Jóh.8,36
Lívið er eitt stórt fangahús! Tað er, hvat mong menniskju siga, ella í tað minsta hugsa tey so, bæði menn og kvinnur.
Tú droymdi einaferð, at lívið fór at gerast ríkt – ikki á gull og góðs, men ríkt í lívsgleði – men nú gongur tað upp fyri teg, at lívið í staðin gjørdist eitt stríggið og møðsamt sjabb, gráir dagar, og at allar tær vøkru ætlanirnar hvurvu so líðandi. Hvat er endamálið og meiningin við øllum hesum? Eitt sindur av stuttleiki av og á, menn annars bert tómleiki og aftur tómleiki.
Tú hevur kanska fingið eitt heim! Eydna og kærleiki – men sum tíðin gekk, so gjørdist mong teirra meira at rokna sum eitt fangahús enn ein trygg havn.
Menniskju vakna um morgunin og banna ta ússaliga, tóma og meiningsleysa lívið, tey fingu. Hvat er gott í hesum? So nógvir dagar, vikur, mánaðir og ár og kanska eisini mong fyri framman – møguliga, og hvat so eftir hetta? Tríggjar fót undir grønutorvu?
Góði ókendi lesari! Um tú ert ein av teimum, ið kennir tað soleiðis, ja so havi eg ein boðskap at bera tær, ein boðskapur um eitt frælsi, har tað aftur gert vert at vera menniskja. Og tað er frá lívsins Harra, Jesusi Kristi, hann ið segði: ”Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. ” Jóh.8,36
Og hesi orð eru enn í gildi, sjálvt í dag – eisini fyri teg, um altso tú tekur ímóti teimum.
Tað eru leinkjur, ið binda teg. Tú veitst tað! Tað er ikki altíð øll hini, ið eru sek í tí, at lívið gjørdist so grátt fyri teg. Lat Jesus seta teg í frælsi.
Heim títt gjørdist eins og eitt fangahús. Tú hevur møguliga tær sjálvum at takka fyri tíni støðu! Men legg tað nú afturum teg og lat Jesus koma inn í títt heim, og tú fert at síggja, at alt verður nýtt.
Læst inni! Ja tað er verk hins ónda! Tú ert møguliga klárur yvir tað! Men Jesus kann spreingja tað, ið bindir teg og seta teg í frælsi, og tað er hann tann einsti, ið kann gera.
Tak tí Jesus upp á orðið, og tú fert at síggja, at lyfti hans halda og eru sonn.
Royn tað!
Í Dag!
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

