Far í herklæði Guds

“Latum okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins.”
Róm. 13,12

 

 

Tað eru ting í okkara andaliga klædnaskápi, vit mugu vraka, og onnur, vit mugu lata okkum í – og tað fyrra er líka so týdningarmikið sum hitt seinna. Vit eru kallað at lata okkum í herklæði Guds. Úr hvørjum eru herklæðini hjá teimum kristnu gjørd? Tað fáa vit at vita í Ef. 6,11 og framyvir. Her verður nevnt sannleikans belti, rættlætisins brynja, fúsleikans skógvar, trúarskjøldur, frelsunnar hjálmur og andans svørð.

 

Í hesum “ílatingarlistanum” er eingin ábending um náttklæði, veitsluklæði ella ítróttarklæði. Harafturímóti stendur tað: “Farið tí í øll herklæði Guds.” (Ef.6,13) Her ljóðar eitt kall til at búgva út herlið. Ver búgvin til bardaga!

 

Vit treingja til at hoyra hetta stríðsrópið í okkara kirkjum í dag. Tað eru alt ov mong, sum eru kallað inn í Harrans her, sum ongantíð møta upp til tænastu, men sum sita hugnaliga har heima og “skjóta teirra krút av”.

 

Okkum tørvar fólk, sum vilja fara til vígvøllin og møta fíggindanum, sum vilja stríða í kraft Harrans og við hansara vápnum. Og latið okkum ikki gloyma, at hetta er eitt stríð á trimum vígvøllum: móti heiminum, holdinum og djevlinum. Latið okkum sum Paulus stríða hitt góða stríðið og varðveita trúnna.

 

Latið okkum eisini minnast til, at okkara bardagavápn ikki eru holdlig. Einki illsinni, slatur, samansvørjing ella lúnskar snildir er loyvt. Alt slíkt má takast burtur – vit mugu ganga sum ljósins børn. “Stríðsvápn okkara eru ikki holdlig, men máttug fyri Gudi … og hertaka eina og hvørja hugsan til lýdni móti Kristi.” 2. Kor. 10,4-5.

E. Campbell umsetti