Farisearin og tollarin
»Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari. Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: »Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.« Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: »Guð náði meg syndara!«. Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.« ( Luk 18,10-14).
Á Jesu døgum vóru tollarnir jødar, ið høvdu vent sínum egnu bakið og tæntu rómverjum í staðin. Teirra uppgáva var at krevja skatt frá jødunum – og ofta var hetta órímuligar høgar upphæddir. Hetta gjørdi, at tollarar vóru sera illa lýddir – og hataðir – millum jødarnar. Harafturímóti vóru farisearnir væl lærdir prestar, ið høvdu sera høgan status í tí jødiska samfelagnum. Í hesum líknilsinum vendur Jesus tátíðar sosialu normar á høvdið. Ein gekk út frá, at bønirnar hjá tí rættvísa farisearanum fangaðu Guds oyra, men bønirnar hjá tí hataða tollaranum? Neyvan. So vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu ovfarnir lærusveinarnir vóru, tá ið Jesus segði, at tað var tollarin og ikki farisearin, sum fór rættvísgjørdur heim til húsa.
Hesir báðir menninir eru sera ymiskir. Men tann størsti munurin er nokk teirra fokus í bønini. Bønin hjá farisearanum ímyndar tey menniskju, ið halda, at tey vinna Guds ríki við rættvísum gerningum og framførslu. Hinvegin viðgongur tollarin, at hann er ein syndari, og setur tí alla sína trúgv og vón á, at Gud vil hyggja til hann við náði.
Við hesum líknilsinum vísir Jesus okkum á, at vit hava ongan møguleika at rættvísgera okkum sjálvi. Men, tíbetur eiga vit ein Gud, sum er óendaliga miskunnsamur; ein Gud, sum við náði kann og vil rættvísgera okkum. Tì kunnu vit troysta okkum við bønini hjá tollaranum. Ein eyðmjúk bøn um náði fer ongantíð afturvið borðinum hjá Gudi.
Takk Gud fyri tað.
Suffía Nón, Fuglafjørður