Fegnist fyri Harranum jørðin øll

Skrivað: Annelisa Rasmussen

”Fegnist fyri Harranum jørðin øll! Harranum tænið við gleði! Fyri ásjón hans komið við frøi! Vitið, at Harrin er Gud! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar. Farið inn í hans portur við lovi, í forgarðar hans við prísi! Lovið honum! Signið hans navn! Tí góður er Harrin. Miskunn hans varir um ævir, trúfesti hans ætt eftir ætt” (Sálm 100,1-5)

Hesin sálmur er ein áheitan á okkum, um at prísa Harranum. “Fegnist fyri Harranum jørðin øll, tænið Harranum við gleði”.

Hetta er ein av orsøkunum til, at vit skulu vera í Guds húsi. Vit skulu vera við at syngja lovsangir, prísa Harrans navni.

Hesin sálmur sigur okkum eisini nakað um, hví vit skulu syngja honum lov: “Vitið, at Harrin er góður”. Og tað er tað, sum vit ferð eftir ferð uppliva – at Gud greip inn í okkara lív – Harrin er góður. Vit hava fingið loyvi at uppliva, at Gud visti, at hann hevur síðsta orðið at siga.

Hann skapti okkum, vit eru hansara fólk og tað fylgið, hann røktar.

Tak tína bíbil fram og les hendan sálmin, fordjúpa teg í tí ríkidømi hann inniber, so vaknar neyðin í tær til at lovsyngja, til at tæna Harranum við gleði.

“Tí góður er Harrin. Miskunn hans varir um ævir, trúfesti hans ætt eftir ætt”.

Lat alla gremjan, ótakksemi og stúran víkja fyri tøkkini og lovsanginum fyri allari Guds góðsku ímóti okkum.

Tá ið Jesus var 12 ára gamal, segði hann við síni foreldur – Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í húsi faðirs míns?

Gævi at hetta eisini var natúrligt fyri okkum – at vera í Guds húsi og vera við at syngja til æru fyri okkara Gudi og skapara.