Fíggjarætlan Guds

Gud hevur givið okkum mong forrættindi, og Hann væntar, at vit nýta tey. Tað er eini stór framíhjárættindi at kunna geva Harranum ein part aftur av tí, Hann hevur litið okkum upp í hendurnar, tí í veruleikanum er alt Hansara.

 

Sum sonn kristin játta vit ikki bert Kristus við munninum, ella avmarka okkara gudsdyrkan til eina vitjan í Guds húsi eina ferð um vikuna. Nei, Kristus býr við trúnni í okkum og vit vísa við dagliga lívi okkara, um vit hava felagsskap við hann, ein felagsskapur, ið inniber, at vit ynskja at arbeiða saman við honum fyri at fremja gerningar hansara og fremja ymskt virksemi.

 

Hann ið ynskir at arbeiða saman við Gudi undir teim treytum, ið ord Guds setur, hann verður eitt dømi uppá eitt satt og ektað kristið lív. Har eru ongar miseydnaðar royndir, tí Gud kennir framtíðina og velur altíð rætta vegin. Hjá Honum er ikki talan um eina kreppu.

 

Um vit gera okkara part av samstarvinum, so vil Harrin útvega allan tann pening, ið neyðugur er at boða gleðiboðskapin allastaðni á hesi jørð. Hoyrið her, hvat Skriftin sigur: „Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar, “ Orðat.3,9

 

„Øll tíggjund av jørð, bæði av korni og aldini hoyrir Harranum til og er halgað honum. “ 3.Mós.27,30

 

„Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum.“ Mal.3,10

Harrin hevur talað. Ongin onnur ætlan er til, ið kann skapa eina peningaliga javnvág fyri, hvat tað kostar at boða gleðiboðskapin í hesum landi og í restini av hesum heimi.

Tíggjunda-skipanin er Guds ætlan, ið fer longur aftur enn til Móses, og sum hevur verið til signingar upp gjøgnum tíðirnar líka síðan. Eisini í dag ynskir Gud, at vit fylgja hesi skipan, hvørs meginreglur eru orðað í talu Paulusar um, at „Soleiðis hevur eisini Harrin skipað fyri, at teir, sum prædika gleðiboðskapin, skulu liva av gleðiboðskapinum. “ 1.Kor.9,14

Ætlan Guds við tíggjunda-skipanini er, at Hann fer at føra tann peningin inn í „goymsluhúsið“, ið er neyðugur fyri at boða gleðiboðskapin sum ein vitnisburð fyri allan heimin, líka fram til Jesu afturkomu.

Vit hava frammanfyri okkum risastórar óloystar uppgávur. Gævi tað aldri hendir, at gerningur Guds steðgar upp, tí vit sýta fyri at samstarva við Honum og gevast við at geva Honum tað aftur, sum í roynd og veru hoyrir Honum til!

Latum okkum fyrst geva Harranum tann tíggjundapartin, ið hoyrir Honum til, og síðani sjálvbodnar gávur. – Tíggjunda-skipanin og tær sjálvbodnu gávurnar mugu enn sum áður hava rætta plássið í húsarhaldi Guds.
E.Campbell umsetti