Føðing kongs (Kongur 5:19)
Einglar syngja
”»Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«]”
Luk.2,14
Tá kongabørn eru í væntu og kongaligi burðurin skal føðast fara hópin av fyrireikingum alt fyri eitt í gongd. Kongabørn verða ikki løgd í onkra tilvildarliga song. Alt á kongsborgini er skreyt og stás, tí tað er ein kongur, ið skjótt skal síggja dagsins ljós. Og tá tað so er hent, so ferðast tíðindini í allar ættir um allan jarðarknøttin, at nú er eitt kongsbarn borið í heim.
Tá Jesus varð føddur í Betlehem hevði hann onga himnasong, og tað var heldur ikki neyðugt hjá honum við nøkrum skreyti fyri at fáa og varðveita kongaliga tittulin og tignina. Tað gjørdi einki, at teir løgdu hann í eitt fjós. Tað gjørdi einki, at hann var borin í heim millum djórini, tað gjørdi heldur einki, at hann lá í eini krubbu millum hálmstrá, tí hann var so stórur ein kongur, at hann kundi liggja har uttan at missa kongatignina.
Og eingir jarðiskir boðberar vóru har, ið boðaðu frá um føðing hansara, tí tað var ikki neyðugt hjá honum. men himnanna herskarar boðaðu frá til íbúgvarnar á hesi fold, at Kongurin var føddur. Allur tann stjørnuklári himinin við Betlehem og Judeas fjøll varð fyltur við einglum í milliónatali, ið róptu: ”»Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«]”
Og Gud setti eina nýggja stjørnu á himmalin, tá hetta hendi, tí Kongurin var nú komin í heimin og teir vísu menninir úr Eystri, teir sóu Betlehemsstjørnuna, og teir gingu um dalar og fjøll fyri at fáa loyvi til at tilbiðja Kongin, sum nú sum lovað, loksins var komin í heimin. Kongurin var føddur.
E.Campbell umsetti