Allahalgannadagur – Føðingardagur og deyðadagur

Allahalgannadag hava vit høvi at líta at veruleikanum, sum hann er. Tað eru tveir dagar, sum øll menniskju uppliva: føðingardagin og deyðadagin.

 

P. Horban.
“Betri er deyðadagur enn føðingardagur,” skrivar hin vísi Sálomon í Præd. 7,1. Hvør ein óvanlig málbering! Og kortini var Sálomon ikki einsamallur um hasa metingina. Paulus skrivaði: “Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur.” (Fil. 1,21) Og hann segði, at hann hevði hug at “fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri” (v. 23). Jóhannes skrivaði: “Sælir eru hinir deyðu, sum í Harranum doyggja” (Opb. 14,13).

 

Deyðin er ongantíð ein sorgarleikur fyri hin trúgvandi. Meðan D. L. Moody lá sjúkur seinastu ferð, segði hann: “Skjótt fara tit at lesa í bløðunum, at Moody er deyður. Trúgvið tí ikki, tí tá fari eg at vera meir livandi, enn eg eri nú.” Tað er tað, sum Bíblian lærir. Deyðin er inngongdin til dýrdina.

 

Tá ið vit doyggja, koma vit inn í eina betri verð. Eg eri so glaður fyri tey orðini, sum Jesus segði við hin doyggjandi ránsmannin: “Í dag skalt tú vera við mær í páradís!” (Luk. 23,43) Vit vita, hvar tey trúgvandi fara, tá ið tey doyggja. Himmalin er eitt veruligt stað, og Jesus er har. Her er deyðin ein burturferð, men har er hann ein koma.

 

Tá ið vit doyggja, koma vit meira fult inn í Guds familju. Vit vera saman, og vit elska hvør annan meira inniliga, enn vit gjørdu her á jørðini. Hin størsti kærleikin og hin besta gleðin, okkum lutast í hesum lívi, er bara eitt vet av himmalsins lukku og felagsskapi. Gud hevur skapað okkum til kærleika og vinalag. Einki fer at órógva gleði okkara.

 

Tá ið vit doyggja, fáa vit betri likam. Likam okkara her verða uppslitin, og vit fara úr likaminum, tá ið vit doyggja. Men vit vilja so illani “avklæðast”, men heldur “yvirklæðast” (2. Kor. 5,4). Vit halda á at hava eina sterka, haldgóða tilveru. Bíblian sigur okkum, at vit skulu fáa skap og form, sum samsvarar við tað likamið, vit hava nú – soleiðis sum Sámuel, Móses, Elia og aðrir fingu. Vit fara at virka betri enn nakrantíð áður, uttan veikleika og pínu.

 

Endaliga og seinasta signingin fer at verða, tá likamið, sum vit hava nú, skal rísa upp, tá ið Jesus kemur aftur. Tað er eitt likam, sum samsvarar við Guds kærleika, vísdóm og megi. Tøkk fái Jesu uppreisn kunnu vit vera fullvís í tí.

 

Hevur tú onkran, tú vart góður við, og sum er farin undan at vera saman við Harranum og nú bíðar eftir tær? Av tí at tey kendu Jesus sum Frelsara, kanst tú lata lovsongstónar ljóða, vónar og sigurs tónar, tí Jesus reis upp og livir.
“Kirkeklokken”. E. Campbell oversatte