Fólkið gekk í væntan
”Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi. ”
Ják.1,17
Væntan eyðkennir jólaaftan. Sjálvandi eru tað fyrst og fremst børnini, vit her hugsa um – tey hava í dagar og vikur bíðað eftir hesi løtu. Men tað munnu ikki bara vera børnini, sum gleðast. – Gott er at hava slíkar hátíðardagar nú í ársins myrkastu tíð. Og so vissan um, at nú ber ímóti ljósari tíðum, ger eisini sítt til at skapa gleði.
Men hjá Guds børnum er náttúrligt, at tankarnir stíga hægri enn bara til tað, sum her niðri er.
Men fyrst og fremst fer tøkkin til hansara, sum gevur allar góðar og fullkomnar gávur, og til hansara, sum er GÁVAN sjálv, so vit mugu taka undir við Paulusi: ”Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu! ” 2 Kor.9,15
Og ikki bara tað, at vit hava fingið hesa gávuna; Guds orð sigur, at vit hava fingið alt í honum. Eisini her er Jesus heilt øðrvísi enn allar aðrar gávur; men hvussu nógv av hesum verður ikki bara liggjandi óbrúkt! Stundum er líkt til, at vit rokna ikki við tí, ikki virða tað nakað, og so verður tilveran her bæði veikari og fátækari.
Orsøkin til hesa líkasæluna er, at okkum manglar neyðugu væntanina – vit líta ov lítið fram ímóti nøkrum, sum vit halda, at vit heilt avgjørt fara at fáa. Vit eru, um eg so má siga, ikki spent uppá, hvat ið Gud vil geva okkum og gera fyri okkum. Tað hendir so lættliga, at alt verður so gerandisligt, at væntanin og vónin hvørva.
Tí er tað kanska gott, at vit jólaaftan verða mint á, hvussu virðismikið tað er at eiga hesa trúarinnar glaðu væntan.
Hetta eru ikki bara nakrar kenslur, sum sveima í sinninum um jólini, men eitt ríkidømi og ein signing, sum ikki kunnu keypast fyri pening. ”Jesus er hátíðarsól! Hann bygdi brúgv heim til landa.”
Tá gerst dagurin ríkari, og gleðin enn djúpari, enn hon annars hevði verið, tí ”Paradís-portrið er opnað mær,” og har inni bíða tey heimfarnu eftir okkum.
EC týddi