Forbøn sum verndarskýli

“Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Jóh.3,16

 

Ein prestur vitjaði eitt fangahús og hitti her ein mann, sum hevði fingið harðan dóm fyri morð. Presturin tosaði við hann og kom fleiri ferðir aftur at vitja hann. Knappliga ein dagin fór fangin at tosa um son sín, og prestur varð straks greiður yvir, at her var møguleiki at fáa samband ílag.

“Hvat høvdu tygum viljað gjørt fyri at varðveita son tygara frá tí ónda?”

Maðurin sat eina løtu, so kom svarið: “Um tað var gjørligt, vildi eg sett meg ímillum allar helvitismaktir og son mín, at forða fyri, at tær ikki skaddu hann.”

Tú, sum hetta lesur, hvat vilt tú gera fyri barn títt ella fyri tey, sum standa tær nær? Hvussu mangur faðir hevur ikki givið soni sínum fyrsta glasið, sum førdi hann út í óførið, ella gingið undan og slóðað aðrar óførisleiðir fyri honum.

Hvat vilt tú gera fyri barn títt?

Her er ikki spurningurin um tóm orð, men veruleika, her er talan um eitt lív, sum skal livast í einum heimi, har syndin setir snerrur í túsundatali – og mong, ja, óteljandi mong fara til grundar.

Vilt tú biðja fyri barni tínum, vilt tú seta tær samanløgdu hendurnar millum barn títt og hitt ónda? Vilt tú biðja um Guds signing og varðveitslu til teirra, sum er litin tær til?

Gloym ikki, at Jesus sjálvur gekk ímillum djevulin og teg, at hann var fúsur til at líða deyðan, til tess, at tú skuldi verða fríur. Men hann væntar, at tú eisini biður um bjarging, um frelsu fyri barni tínum.
A.J