Fótaspor Guds eru at finna allastaðni

”Í hjarta dárar siga: »Ei nakar Guð er til.« Ring og ljót er teirra ferð, eingin er, ið ger gott. ”

Sálm.53,2

 

Ein vísindamaður fór á kanningarferð gjøgnum Sahara oyðimørkina. Hann hevði ein arabiskan ferðaleiðara við, ið ofta bað til sín Gud.

 

Einaferð spurdi vísindamaðurin: ”Hvat er tað, tú gert?”

 

”Eg biði.”

 

”Biði? Til hvønn?”

 

”Til Allah, til Gud.”

 

Vísindamaðurin flenti og segði: ”Hevur tú nakrantíð sæð Gud?”

 

”Nei,” svaraði arabarin

 

”Hevur tú nakrantíð nortið við Gud við hondum tínum?”

”Nei”

”Tú ert ein býttlingur, um tú biðir til ein gud, tú aldri hevur sæð og aldri hevur nortið við við tíni hond.” svaraði vísindamaðurin. Arabarin svaraði ikki aftur.

 

Teir fóru til songar, men longu áðrenn sólarris morgunin eftir vóru teir komnir á føtur aftur. ”Ein kamelur hevur verið her í nátt,” segði vísindamaðurin.

 

Eyguni á arabaranum lýstu upp.

 

Hevur tú sæð kamelin, spurdi hann.

 

”Nei,”

 

”Hevur tú nortið við hann?”

 

”Nei!” svaraði hin.

 

”Tú ert ein løgin lærdur maður, ið trýr upp á ein kamel, tú hvørki hevur sæð ella nortið við við hondum tínum.”

 

”Ná,” svaraði vísindamaðurin, ”Vit síggja jú greið fótaspor av kamelinum í sandinum.” Við tað sama kom sólin til sjóndar úti í havsbrúnni í allari sínari litskreyt. Arabarin peikaði nú móti sólini og segði: ”Sært tú fótaspor skaparans? So veitst tú eisini, at ein gud er til.”

 

Skaparan sjálvan kunnu vit ikki nerta við. Men fótaspor hansara eru týðilig allastaðni. Hann ið ikki er førur fyri at síggja tað, ja hann má tað vera okkurt heilt galið við.
Einar Lyngar

Effie Campbell umsetti