Frelsandi kraft
„Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til
Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. “
Hebr. 7,25
George Bart var fiskimaður við grýtutu strondina Maine Coast. Ein dag, tá
illveður brádliga brendi á og rakti strondina við ódnarmegi, tá gekk
skonnartin, sum hann varð við, burtur. Bart og allir vinir hansara sjólótust.
Ein tung byrða lá nú á konu hansara. Sonur teirra, Garth, syrgdi og saknaði
pápa sín sáran, tí teir høvdu verið bestu vinir. Mamma hansara lærdi hann
trúgv veg Kristussar, og fram til sítt fjúrtanda ár kom hann regluliga til
gudstænasturnar.
Í realskúlaárunum byrjaði Garth at missa sín kærleika til Jesus. Mamman
legði við sorg merki til hetta, at sonurin byrjaði at liva eitt alt meira
verðsligt lív. Hann var ein framúrskarandi sangari, og enn sang hann ofta í
kirkjuni, har hann so trúliga hevði gingið fyrr. Men hann byrjaði eisini at
syngja í ússaligum undirhaldshølum og náttklubbum. Sum árini gingu
tyktist allur áhugi fyri kristindómi at vera fokin úr hjarta hansara.
Tá William J. Kirkpatrick, kendi sálmayrkjarin kom um somu leiðina at
halda vekingarmøtir greiddi mamman honum frá um sín son og fyri
hennara bønir fyri honum. Hon bað hr. Kirkpatrick biðja Garth syngja til
eitt av hansara møtum. Hetta var einasti mátin, hon kendi, sum kundi fáa
hann til at møta upp til vekingarmøtini.
Kirkpatrick var fyrst í iva. Hvussu kundi ein náttklubbasangari vera til
nakra hjálp í eini kristnari tænastu? Loksins og eina av samkenslu við
mammuna gekk hann við til hetta og yrkti enntá ein serligan sang til sonin,
Garth. Hann sendi so boð eftir tí unga manninum, vísti honum sangin og
spurdi, um hann kundi syngja tann sama kvøldið. Garth las sangin einaferð
skjótt ígjøgnum og játtaði so at koma at syngja hann. Tað kvøldið stóð
hann frammanfyri eini stórari samkomu og byrjaði at syngja. Fyri fyrstu
ferð varnaðist hann orðini, hann sang. Tey boraðu seg inn gjøgnum hjarta
hansara sum spískir pílar.
„Langt frá Gudi, eg eri, men eg komi heim.“ Han orkaði fyrsta ørindi og
niðurlagið og bygjaði so næsta ørindi: – „Mong ár havi eg oyðslað
burtur…“
So orkaði hann ikki at syngja meir. Hann rætti Kirkpatrick pappírini og
hesin sang so sangin lidnan. Ta náttina kom Jesus aftur til Jesus,
fullkomiliga frelstur gjøgnum kraft gleðiboðskapsins. Hann hevði ongan
jarðiskan faðir, hann kundi flýggja til, eins og burturmisti sonurin gjørdi,
men hann kundi siga: „Eg vil standa upp og fara til faðirs míns …„, tí hann
visti, at hann fór at vera tikin ímóti sum var hann ongantíð farin avstað frá
sínum himmalska Faðirs kærleika og umsorgan.
„Reach out“ E.Campbell umsetti