Frelsari okkara
„Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. “
Jóh.3,16
Kennir tú teg einsamallan og uttan vinir, ið kunnu taka lut í gleði og sorg tíni, so hevur tú Jesus. Vit kunnu vitna um henta Frelsara, tí vit vita, at hann kann hjálpa tær, har ongin annar kann.
Av egnum fríum vilja kom hann niður til jarðar í mannalíki og hann setti seg sjálvan so lágt, at hann eisini leið hin vanærandi deyðan á einum krossi fyri at keypa okkum leys frá vreiði Guds.
Sum syndarar hava vit forbrotið okkum inn á Guds Heilagu lóg, og um vit fingu sum uppiborið, so endaðu vit í glatan og máttu líða æviga revsing, tí vit hava vent okkum frá Gud – móti samvitsku okkara og móti Heilaga Andanum, ið vegleiðir okkum. Hóast alt hetta, so eru miskunnsomu armar Guds rættir út móti okkum, tí ein mannasál er mikið verd í eygum Guds. Trúgvin á, at Gud elskaði heimin so, at „… hann gav son sín hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.“ Jóh.3,16, hevur óivað leitt menniskju í milliónatali inn gjøgnum Himinsins portur.
Tá vit skoa tað, ið hendir í heiminum í dag, so er ikki stórur uggi at finna; men vit kunnu kámt hóma kærleika Guds, tá vit síggja, at hann gav sín egna son at líða deyðan, so at vit kunnu verða bjargað og koma í beitilendi hins góða hirðans. At Kristus leið deyðan fyri okkum syndarar vísir hin makaleysa, einastandandi, guddómliga kærleikan.
Jesus kom niður millum okkum og vreiði Guds, tók syndir okkara á seg, og strikaði tær. Hann kom sum millummaður millum Guds og menniskjað og setti seg sjálvan millum syndaran og glatanina. Gud sendi hann fyri at byggja brúgv yvir dýpið, sum vil falli Ádams gjørdist veruleiki millum Gud og menniskjað.
Sí ta miklu frelsu, og hvat hon hevur kostað! Hugsið um einsomu løtuna í tí myrka Getsemane hava, har sonur Guds, Frelsari okkara, bað, tá hann segði: „Og hann fór eitt sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: »Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!« “ Matt.26,39
Hann tømdi síðsta dropan, og leið alt hetta fyri tína og mína frelsu.
Tað var tín og mín synd, sum hann bar, og soleiðis gjørdist sonur Guds tín og mín Frelsari. Tað er við blóði Lambsins – dýrabara Jesu blóði, at vit á dómadegi kunnu koma fram sum rein frammanfyri Gudi.
Gud letur enn innbjóðingina ljóða: „Og andin og brúðurin siga: »Kom!« Og tann, sum hoyrir, sigi: »Kom!« Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!« “ Op.22,17
Ongin forðing nýtist halda okkum afturi frá ríki Guds og einasta treytin er, at: „Hin gudleysi vendi um frá vegi sínum, og órættarmaður frá svikaráðum sínum og vendi sær til Harrans, tá skal hann miskunna honum, til Guðs várs, tí at hann fyrigevur ríkliga. “ Jes.55,7
Tekur tú ímóti innbjóðingini og fylgir Jesusi eftir, ið hevur lovað at vera við tær, „ … allar dagar alt til veraldar enda.« “ Matt.28,20
ec ums.
Edvard Poulsen

