Frelsuvegurin
„Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at
ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. “
Jóh.3,16
Mong siga, tey fegin vilja verða frelst, men tey vita ikki, hvat tey skulu
gera. Tey kenna ikki vegin.
Fyrst mást tú viðganga og játta teg sum ein syndari. Tú mást viðurkenna, at
tú hevur tørv á hjálp. „ … Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs
heiður, “ Rom 3,23
„sum skrivað stendur: »Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; “
Róm. 3,10
„men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum,
meðan vit enn vóru syndarar. “ Róm.5,8 – So um tú angrar og í trúgv tekur
ímóti náðigávunum frá honum, sum er Kristus Jesus, ja so hevur tú ævigt
lív.
(Róm.6,23) Hetta skriftorðið verður eisini av og á kallað, vegurin til
Himmals. „Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna,
til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.“
Jóh.3,16
Øll tín synd er vaskað av, um tú angrar hana, tí Harrin sigur sjálvur – og
hann lýgur ikki, men stendur við sítt orð: „Sum royk eg striki út tíni misbrot
og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín. “ Jes.44,22
„So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. “ Róm.8,1
Halt teg til Jesus, so vil hann fremja tað góða, hann byrjaði í tær, „ … og
eingin skal slíta teir úr hond míni. “ Jóh.10,28
Nú fær títt lív innhald og meining, og Jesus lovar tær bústað heima hjá sær
í ævinleikanum. Jóh.14,2-3
E.Campbell