Fylling tíðarinnar
”Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan
av kvinnu, føddan undir lóg, ”
Gal. 4,4
Tá ið Maria átti son sín í Betlehem og reivaði hann og legði hann
í eina krubbu, hendi at síggja til onki kollveltandi í heiminum.
Dagurin eftir var sum dagurin fyri. Men Gud, sum hevur tíð
okkara í sínum hondum, hevði lagt alt til rættis. Í tí givnu løtu,
tá ið tíðarinnar kar var runnið fult, hendi stóra undrið. „Tá ið
fylling tíðarinnar kom, sendi Gud son sín.“
Tann, sum skrivað hevur Hebreara-brævið, sigur, at Jesus
er „ápostul og høvuðsprestur.“ Ápostul merkir útsendingur,
og skuldi hann bera Gudi sáttarofrið. Gud sendi son sín. Tey
orðini mugu ikki vikast. Mong hava gjøgnum tíðirnar roynt
at gera hetta loyndarmálið til okkurt, sum helst fór at henda.
Men soleiðis var tað ikki. Tað skal standa einsamalt. Jesus er
Guds útsendingur , sum kom við gleðiboðskapinum. Hann er
høvuðspresturin, sum einaferð fyri allar fekk til vega tað, sum
var neyðugt. Hann er komin frá Gudi fyri at leiða okkum heim
til Guds. Jóhannes sigur tað soleiðis, at „Gud hevur sent son
sín hin einborna í heimin, fyri at vit skulu liva við hann.“
Hetta eigur at vera tað fyrsta, sum vit leita eftir í jólunum,
sum nú stunda til, og tá fer Gud at geva okkum alt hitt umframt.
Tær mongu gleðirnar, tær góðu heilsanirnar, tann inniliga
felags skapin í heimi og kirkju. Latið okkum taka ímóti hesum
og takka fyri, at vit hava so góð kor.
Gud spardi ikki sín egna son hin einborna, men gav hann
upp fyri okkum øll; hetta er fasti grundvøllurin, sum vit
byggja á. At tað so verða nógvir ósvaraðir spurningar og nógvar
óloystar gátur eftir, er ein onnur søga. Vit hava eitt grundarlag og
eitt støði. Gud hevur gripið inn í heimssøguna og gjørt vart við
seg. Faðir várs Harra Jesu Krists er okkara faðir, og ikki ein einasti
av okkum er gloymdur hjá honum. Tess djúpari henda sann –
føring festist í sinni okkara, tess størri gerst treysti okkara. So
kunnu vit stríða stríð okkara við dirvi og fáa enn størri hug at
syngja jólasálmar.
Í Betlehem tann sólin upp rann,
um heimin hon út mundi leita,
at Føroya smáttum veg hon fann,
tí tøkk vit tær Jesus veita
Edvard Poulsen

