Fýra orð til umhugsanar
”Tessvegna geri eg soleiðis móti tær, Ísrael. – Men av tí at eg vil fara
soleiðis við tær, tá búgv teg til at møta Guði tínum, Ísrael! ”
Ámos 4,12
Fyri nøkrum árum síðani sat eg í einum bussi, sum koyrdi
gjøgnum gøturnar í London. Tá sá eg ein mann, sum gekk og
sópaði gøtur. Hann bar eitt stórt skelti á rygginum. Á tí stóð:
Uttan Gud eingin vón.
Sama árið sá eg uppi í Skotlandi eina broderaða mynd
hanga á einum stovuveggi. Har stóð: Fyrireika teg at møta Gudi
tínum. Heim aftur komin sá eg hetta sama orðið í Bíbliuni. Tað
stendur í Ámos 4,12.
Einaferð sá eg niður í Bíbliuna hjá einari danskari lærarinnu.
Á fremstu opnu stóð: Henda bókin vil halda teg burtur frá
syndini, ella vil syndin halda teg burtur frá hesi bók.
Bíblian er vindeygað, har tú sært Harra tín ígjøgnum.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

