Fyridømi ella staðgongumaður

“Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. ”
1.Kor.15,21

 

Eftir eitt møti kom ein maður yvir at tosa við talaran, dr. M. Stearns sála. Hann segði: Mær dámdi ikki talu tygara. Eg brýggi meg ikki um krossin. Eg haldi, at staðin fyri at prædika Kristi deyða á krossinum, hevði tað verið nógv betri at prædika Kristus sum lærara og fyridømi.

 

Íðan, høvdu tygum viljað verið villigur at fylgt honum, um eg prædiki Kristus sum fyridømi? spurdi dr. Stearns.

 

Tað hevði eg viljað, svaraði maðurin. – Eg vildi fylgt í fótasporum hansara.

Íðan, segði dr. Stearns, – latum okkum so taka fyrsta stigið. “Hann, sum ikki gjørdi synd.” Kunnu tygum stíga tað stigið?

 

Maðurin gjørdist ørkymlaður. – Nei, segði hann, – eg syndi, tað má eg viðganga.

 

Íðan, um tað er so, segði dr. Stearns, – tá verður tygara fyrsti og størsti tørvur av Kristusi ikki sum fyridømi, men sum Frelsara.

Tað er hetta, sum er høvuðstørvurin hjá hvørjum einasta menniskja.

“Krigsropet”. E. Campbell umsetti