Fyrigeving
”… harranum at hesum tænara tóktist hjartaliga synd í honum, … ”
Matt.18,27
Einaferð segði Jesus eitt líknilsi um ein tænara, sum skyldaði harra sínum eina stóra nøgd av pengum, sum hann ongan møguleika hevði at fáa goldið. Tá ið løtan kom, at pengarnir skuldu gjaldast aftur, standa hesi vøkru orð: ”Og harranum at hesum tænara tóktist hjartaliga synd í honum, og hann gav hann leysan og gav honum skuldina eftir. ” Matt.18,27
Hesin tænarin er mynd av okkum, tí syndir okkara eru sum ein stór synd yvir fyri Gudi. Vit skylda Gudi lýdni og ótta, tilbiðjan og kærleika av øllum hjarta okkara. Og vit skylda Gudi at elska medmenniskju okkara, sum vit elska okkum sjálvi. Men hetta hava vit ikki gjørt, og tí standa vit fyri Gudi sum stórir skuldarar. Orsaka av synd okkara hava vit eina skuld, sum vit aldri fáa goldið.
Men Gud vil fara við okkum sum harrin í Jesu líknilsi gjørdi við tann skuldabundna tænaran.
Av berari góðsku og kærleika fyrigevur Gud okkum allar okkara syndir og strikar út alla okkara skuld, tá ið vit koma til hansara í okkara neyð og biðja hann um náði. Ja, longu áðrenn vit koma til Gud, hevur Jesus goldið alla okkara skuld, so Guds fyrigeving er til reiðar sum ein gáva, sum bert liggur og bíðar eftir at verða móttikin.
Undurfult er tað, at Gud soleiðis ber okkum undir við eini slíkari góðsku, kærleika og náði. Tá ið Gud nú ger hetta, tá er tað fyrst og fremst fyri at frelsa okkum, so at alt kann blíva gott ímillum hann og okkum. Men Gud uppdregur okkum gjøgnum náði sína. Tá ið Gud soleiðis letur okkum møta síni fyrigeving í so stórum máti, ger hann okkum før fyri at fyrigeva øðrum. Vit fáa ráð at fyrigeva og várkunna teimum, sum gera okkum órætt. Og vit fáa møguleika at møta øðrum við kærleika, tí sjálv hava vit møtt einum kærleika frá Gudi, ið er so stórur, at vit hava nóg mikið at býta út av. Og Gud uppdregur okkum til at tæna øðrum við at sýna okkum, at vit hava ein Frelsara, sum hevur tænt okkum við øllum sínum lívi og við sínum deyða á krossinum.
Jesus, mítt skjól, mítt tilhald,
tú doyði fyri meg,
tú ert mín frelsuklettur,
trygt byggi eg á teg!
Hjálp tú mær djarvt at stríða
lýðin her tíni ond,
til eg skal síggja ljósið
lýsa á himnastrond!
Eitt lítið smáting kann oyðileggja mangt gott. Tú kanst hoyra menniskju siga: ”Hann er góður, men …” – ”Frú X er ein framúrskarandi kristin, men … ” Eingi ”men” eru til í Andans heilaggering. Men og um eru burturi, og allan vegin ræður um: ”Eg skal,”, ”Eg vil”.
Ec umsetti