Fyrigeving

„Men hjá tær er syndafyrigeving, at tey mega óttast teg. “
Sálmur 130,4

 

Vit menniskju hava tørv á rættvísi – tvs til okkara náðigu syndafyrigeving. Hette kennist best í okkara ungu árum. Tú kennir teg aldri „veruliga“ glaðan. Tú gongur kanska runt leingi og hugsar við tær sjálvum, at tað má vera vegna vantandi ófrið, rok og stuttleika. Kanska roynir tú at finna eitthvørt eyka arbeiði fyri at halda tínum myrka hýri niðri. Tú finnir tær kanska eitt ella tvey ítriv at nýta tíðina uppá, uttan at hetta hjálpir.

 

Men, tað sum er galið, er, at tú kennir teg sekan, altíð sekan!

Men tá kemur gleðiboðskapurin og sigir tær, at hjá Gudi er syndafyrigeving at fáa. Hjá Gudi sleppur tú av við tína skuldarkenslu, so at tú aftur verður glaður. Og skalt tú hava ein góðan samvitsku-sáttmála við Gud, so má tilboðið í gleðiboðskapinum um frelsu ljóða harðari og sterkari í tær, so at tú loksins má boyggja teg og taka ímóti tí hond, ið loysir fjøtur skuldakenslunnar av tær.

Vilt tú gerast glaður? Lat so Jesus bera skuld tína fyri teg! Hann tekur ímóti syndarum.
Ec