Gentan sum bað um vísdóm
”Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Guð, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið. ”
Ják.1,5
Óluva Laksá, trúboðari í Bangladesj, sigur frá hesari hending.
Ein lítil genta í Bangladesj var ikki so gávað. Hon hevði nýtt tvey ár til hvørt floksstig.
Tá tey høvdu sunnudagsskúla, plagdi lærarin at byrja við eini bøn. Hann spurdi so, um onkur hevði nakað bønarevni. Henda lítla genta lyfti tá fingurin upp og segði: ”Ja, biðið fyri mær, at eg má fáa meira vísdóm, tí eg eri so býtt. Eg dugi einki í skúlanum.” Lærarin nikkaði, og so varð biðið fyri henni.
Tá gentan var við at gera seg kára at ganga heim, rópti Óluva til hana og segði: ”Tú hevur fingið eina ómetaliga stóra gávu, og henda gáva eitur gleði.” Henda gentan var nevniliga aldri trupul, súr ella gronut, hvørki í skúla ella heima. Hon var elst av 6 systkjum og mátti tískil ansa eftir teim smáu. Mamma hennara rósti henni eisini og segði, hvussu hjálpsom hon var har heima. Tá gentan hevði hoyrt hetta gekk hon glað til húsa.
Hvussu er ella ikki, tá próvtøkurnar stóðu beint fyri framman, tá kláraði gentan tað, og hetta var fyrstu ferð, at hon hevði gingið bert eitt ár í sama flokki. Tá segði hon findarglað og eydnusom til Óluvu: ”Har sært tú, at tað hjálpir at biðja. Tað hevur heldur aldri verið so lætt hjá mær at gera heimaarbeiði sum í ár.
E.Campbell