Georg Müller og Bíblia hansara
”Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. ”
Matt.6,33
Hin kendi Georg Müller, sum setti fleiri barnaheim á stovn í Bristol, segði einaferð:
“Okkara andaligi vøkstur hongur gjølla saman við tí rúmi, Bíblian hevur í lívi okkara og hugsanum okkara. Hetta kann eg hátíðarliga vátta av 54 ára royndum. Í 4 ár misrøkti eg Bíbliuna, tí eg las hana ikki samanhangandi, hóast eg var orðsins boðberi. Eg var eitt barn í kunnskapi og náði. Eg hevði onga framgongd, av tí at eg ikki fekk mær av tí føði, sum Gud sjálvur hevur víst okkum á, so okkara andaliga lív kann styrkna.
Men so fekk eg at síggja, at Heilagi Andin er lærarin, og orðið tað amboðið, hann nýtir. Eg lá tríggjar tímar á knæ og hevði sovorðna framgongd, at hesar tríggjar tímarnar lærdi eg meir, enn eg hevði lært í fleiri ár. Í juli 1829 byrjaði eg við hesum arbeiðshátti, nevniliga at lesa bæði Gamla og Nýggja Testamenti. Síðani tá havi eg lisið Bíbliuna á tamb hundrað ferðir, og hvørja ferð við størri gleði. Tá ið eg byrji upp á hana av nýggjum, er tað altíð, sum tað kundi verið ein nýggj bók. Eg kann ikki siga frá, hvussu stóra signing eg havi havt, av tí at eg dagliga havi lisið Bíbliuna samanhangandi. Hendir tað onkun dagin, at eg ikki fái eina góða bíbliuløtu, tá haldi eg, at hasin dagurin er spiltur fyri meg.
Vinir mínir siga ofta við meg: “Á, eg havi so nógv at gera, so mong fólk at tosa við, eingin tíð loypur av hjá mær til bíbliugranskan.”
Tey eru ikki mong, sum hava havt meir at gera enn eg. Í meir enn hálvt hundrað ár hevur tað ikki verið ein dagur, uttan at eg havi havt meir at gjørt, enn eg kundi komast út fyri. Í 40 ár havi eg móttikið umleið 30.000 brøv árliga, og tey flestu eru farin gjøgnum mínar egnu hendur. Eg havi 9 skrivarar, sum støðugt arbeiða við at skriva brøv á týskum, fronskum, enskum, italienskum, russiskum og øðrum málum. Eg eri fyristøðumaður í einari meinigheit, sum telur 1200 trúgvandi, og hetta hevur lagt hald á ein stóran part av tíð míni. Harumframt havi eg 5 ógvuliga stór barnaheim og eina prentsmiðju, har eg prenti og spreiði út milliónir av traktatum og bókum. Men eg havi gjørt tað til eina fasta reglu ongantíð at byrja arbeiði mítt, fyrr enn eg havi havt eina góða stund við Gudi, og síðani fari eg undir dagsins gerning við lív og sál, men steðgi nakrar minuttir av og á at halda bøn.”
E. Campbell umsetti
Edvard Poulsen

