Gev Gudi tað, ið Guds er!
Og Jesus sigur við teir: “Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?« Teir siga: »Keisarans.« Tá sigur hann við teir: »Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!” (Matt 22,20-21)
Vit menniskju eru skapað í Guds mynd. ”Líkasum keisarin setti sína mynd á myntirnar, soleiðis setti Gud eisini sín dám á okkum, so at vit skuldu vera hansara ogn, hansara tænarar, hansara børn” (Bo Giertz). Felagsskapurin, sum vit eru skapað til, verður til veruleika, tá ið vit geva Gudi tað, ið Guds er – tá ið vit við trúnni á Jesus geva Gudi okkum sjálv og liva í trúgv og kærleika til hansara. Grikska orðið apodote, sum er umsett til ”gevið” í okkara Bíbliu, merkir í grundini ”gevið aftur”. Denarurin hoyrdi til keisaran, tí at denarurin bar keisarans mynd og yvirskrift. Tí skuldi denarurin eisini gevast aftur til keisaran. Men hvørs mynd og yvirskrift er á tær og mær? Guds! Vit eru skapað í Guds mynd. Keisarin átti denarin, men hann átti ikki menniskjuna. Á sama hátt eigur státurin heldur ikki okkum. Nei, Gud eigur okkum øll: ung, gomul, sjúk, frísk, ja, eisini hini óføddu eigur hann.
Jesus vil eisini sjálvur geva Gudi tað, ið Guds. Tí ofrar hann sítt egna lív fyri at gera hetta til veruleika, so at vit kunnu læra at kenna hin eina, sanna Gud, og okkara frelsara, Jesus Kristus (Jóh 17,3). Hetta er hitt æviga lívið. Hetta er tað, sum Gud vil við okkum. Hetta er tað, sum vit eru skapað til: At kenna Gud. At hava felagsskap við hann. Ella sum Augustin sigur: ”…tú hevur skapað okkum til tín sjálvs, og okkara hjørtu hava ongan frið, fyrrenn tey finna frið í tær.” Gev tí Gudi tað, ið Guds er!