Givið eftir
”»Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.«
Róm.4,7-8
Fyri mongum árum síðani búði í Skotlandi ein lækni, sum var víðagitin fyri dugnaskap og gudsótta sín. Eftir deyða hansara vóru nógvar av rokningum hansara til sjúklingarnar funnar kvittaðar við reyðum blekki við orðunum, ”Givnar eftir”.
Tá kona hansara sá hesar rokningar, kravdi hon, at tær skuldu verða goldnar. Hon læt upp í hendurnar á innkrevjara, sum síðan legði málið fyri rættin.
Undir rættargongdini spurdi dómarin læknafrúnna, um hon ásannaði, at reyða skriftin á rokningunum var skriftin hjá manni hennara. Hon svaraði ja.
”Um so er”, segði dómarin, ”tá er eingin dómstólur her á landi, sum kann krevja henda pening inn.”
Eitt menniskja kann verða illa við tann dagin, tað fær hina stóru rokningina, sum tað á ongan hátt er ført fyri at gjalda.
Og ikki eru tað bert tær rokningar, sum ein sjálvur ásannar seg sekan til at gjalda, sum kunnu tyngja samvitskuna.
Onnur fíra ikki fyri at leggja fyri okkum rokningar, og tað verður ikki altíð gjørt við bestu ætlan – mangan heldur við sigursælu í sinni. Har sært tú – klárar tú hatta? Og vit mugu svara nei, vit klára tað ikki.
Sælur er hann, sum fær skrivað ”Givið eftir” á rokning sína og tað av honum, sum hevur rætt og vald til at fyrigeva syndir á jørð.
Sælur er hann, sum hevur strítt seg fram til trúnna á, at hann, ið á Golgata vann rættin til tess, hevur givið skuld hansara eftir. Tann rokningin, sum hann hevur skrivað ”Givið eftir” á, er kvittað í allar ævir.
Har rokningin ikki er givin eftir, má menniskjað sjálvt standa til svars fyri skuld sína.
A.J