Gleði

„Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! “
Fil.4,4

 

 

Á fótbóltsvøllinum reisast fólk, og har er gleimur og fagnaður, gleðis- og
sigursróp og lógvabrestir, tá bólturin fer í mál.

 

Á møtinum er kvirra. Hetta ræðir meg. Tá menniskju verða frelst og „koma
í mál“, tá er av sonnum orsøk til fagnað og gleðisróp. Mannaótti er
stoltleiki. Ótti fyri at gera sær fyri skommum og verða til láturs.
EC ums.