Gleði tykkum í Harranum

”Ísrael gleðist yvir skapara sínum, synir Zions fegnist yvir kongi sínum! ”
Salme 149,2

Ein prestur fór út at vitja eina kvinnu í samkomuni. Beint hann var innkomin byrjaði kvinnan at gremja seg um, at øll í samkomuni vóru so óblíð móti henni, og at hon ikki hevði pening nokk til at rinda sínar rokningar við. Tá hon endiliga tagdi spurdi prestur: ”Kann eg sleppa at síggja tína sálmabók? Har eru nakrir sálmar, sum eg má skræða út úr tíni sálmabók, sálmar og sangir, ið ikki longur hava nakran týdning fyri teg. Lat okkum byrja við sálmi 37, ”Lovsyng din Herre!” Her er ein annar, nr.40, ”Min Gud, jeg vil prise dig”. Prestur lát sum, hann ætlaði sær at skræða síðurnar úr.

”Bíða, tú mást ikki beina fyri míni sálmabók” rópti kvinnan ill. ”Eg havi ongan pening at keypa eina nýggja fyri. Harafturat havi eg fingið hana frá pápa mínum.”

Presturin skeyt upp, at kvinnan fór ígjøgnum alla sálmabókina fyri at gera sær ein lista yvir allar sálmar, ið bóru fram takk og prís. So bað presturin hana keypa sær eitt hefti og gera sær ein lista yvir øll bíbliuorð, ið snúðu seg um gleði, takk og prís. Endiliga bað hann hana hvønn dag skriva eitt ella annað, sum hon var takksom fyri í einum hefti.

Nú smíltist kvinnan. ”Var hatta alt?” spurdi hon.

”Ja, eitt afturat. Í hasum ”Eg-eri-takksom-fyri” heftinum skalt tú seta ein kross hvørjaferð tú roynir at hjálpa onkrum. Tú skalt ikki skriva, hvat tú gert. Tað skulu vit ikki halda roknskap yvir. Royn at fáa so nógvar krossar í heftið sum gjørligt. Í staðin fyri at vera tung í huga fert tú at gerast glað. ”Og,” helt hann fram, ”Gleði tín í Harranum fer at verða smittandi eins og meslingar.”
E.Campbell umsetti