Gleðin um altargongdina
”Jesus segði tá við teir: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum. Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.”
Jóh.6,53-54
Tá Kristian Buhl, háskúlaleiðari og prestur, vitjaði her í samband við Bíbliuskeiðið í Sandavági, tá talaði hann eisini í Vesturkirkjuni. Har greiddi hann millum annað frá um eina gentu, ið nevndist Betty. Hann hevði fermt hana.
Seinni var ein lega fyri ung. Haldi tað var ein summarlega, sum K.F.U.K og K.F.U.M stílaðu fyri. Nógv ung vóru komin saman.
Tá tey sótu við døgurðaborðið eftir gudstænastuna var lagið gott. Tað varð tosað og flent. Tá sigur Betty spakuliga: ”Ja, vit kunnu saktans vera glað. Vit hava verið til altars í dag og fingið syndanna fyrigeving.” Tað gjørdist við eitt pinnastilt inni, tí tað var helst ikki tað, prátað hevði verið um.
Stutt eftir hetta andaðist Betty, og ein av hennara vinkonum kom til Kristian Buhl og segði honum frá hesi hending, og tá hann helt gravartaluna yvir hana, tá nevndi hann eisini hetta.
E.Campbell umsetti