Gud elskar teg

”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”
Jóh.3,16

 

Kristus opnaði himmalsins portur. Og í staðin fyri at skoða hitt stranga og harða andlitið, sum menniskjan helt, hon kom at síggja, – tað andlitið, í hvørs ljósi tey gjørdust ræðslusligin til deyða – fáa vit loyvi at drýpa okkara fjakkandi og veika eygnabrá í eini ævigari, óendaligari, fyrigevandi miskunn.

 

Her er gleðiboðskaparins aðalmál: Gud elskar teg!
Ein einfaldur setningur, lættur at læra, lættur at endurtaka. Sannleikin yvir allar sannleikar, hitt fyrsta og hitt síðsta, ein menniskja hevur at vita fyri at liva og fyri at doyggja. Men ein sannleiki, sum er torførur at halda fast um yvir fyri øllum mótmælum innanífrá og uttanífrá. Tey vekja ampa og órógv. Friðurin fýkur úr hjartanum, angistin liggur og lúrir, klár at troðka seg inn og taka bústað, har friðurin áður var.

 

Men vit eru, Gud fái lov, ikki slept upp á fjall av kenslum okkara. Tá vildu vit verið fyri ongum. Nei, Jesus er komin fyri at geva okkum vissuna um Guds vilja. Hvat so kenslur okkara siga, hvat so enn heimurin og okkara egnu forløg siga okkum, so tørvar okkum ikki – um vit halda okkum til sannleikan – at sleppa tí vissu, sum er omanfyri allari vissu, tann veruleika, sum yvirgongur allan veruleika, tann sannleika, sum einaferð med alla er vorðin opinberaður og sjónligur í Jesu persóni, í hansara prædiku, í hansara virki og á krossinum: At Gud livir, og at hansara veran er kærleiki og frelsa.

 

Við hesari vissu herjaði Martin Luther á synd, deyða og freisting. Ja, hann gekk í síni sigrandi trúgv so langt, at hann í hjartans ófriði sá eitt prógv fyri, at friðurin er at finna aftan fyri ófriðin, sjálvt um fíggindar av friðinum ikki vilja lata eitt neyðars hjarta njóta søtleika friðarins og kenna hin sæla tryggleikan í Guds friði.