Gud elskar trúgv

”Við trúgv rapaðu Jeriko-múrar, tá ið teir høvdu verið umgingnir í sjey dagar. ”
Hebr.11,30

 

 

Gud hevði sagt, at hann fór at geva býin Jeriko upp í hendurnar á Jósva, og í trúgv roknaði Jósva hetta at vera satt. Vantrúgvin kundi ógvuliga væl havt sagt: “Best man vera at bíða við sigursrópinum, til múrarnir av sonnum eru falnir, tí um tað nú svitast, fara fólkini í Jeriko at gleðast, og vit fara at bera skomm yvir á Guds navn.”

 

Men trúgvin flenti at slíkum trygdaráskoðanum, og meðan hon í áliti hvíldi á Guds orð, rópti hon sigursrópið ta løtuna, hvar sigurin enn tyktist ógjørligur.

 

Mong hundrað ár seinni greiðir Heilagi Andin í Hebrearabrævinum frá trúarinnar sigursgleði. “Við trúgv rapaðu Jeriko múrar …” Hebr. 11,30

E. Campbell umsetti