Gud er heilagur
”… Tit skulu vera heilagir, tí at eg Harrin, Guð tykkara, eri heilagur! ”
3.Mós.19,2
Tað vita vit væl. Tað stendur í Bíbliuni og í játtanarskriftum okkara. Men hvussu er veruleikin? Er rúm fyri hesari síðuni av Guds veru: Hann er heilagur. Og rúm fyri hesi trúnni: Vit eru heilag – av tí at hann er tað? Her hava vit ein stóra trupulleika í kirkju okkara. Guds heilagleiki er á mangan hátt horvin frá sjónarringinum hjá tí nýmótans menniskjanum. Nú tala vit altíð um Guds kærleika. Ikki sum nakað beinleiðis, ið vit hava roynt, men sum eina trúarlæru. Gud er kærleiki, soleiðis sigur Bíblian. Og tað er satt, men …
Hví eitt men? Kanska av tí at vit eru komin alt ov lætt fram til henda sannleikan. Og av tí at okkara fatan av kærleika hevur sníkt seg inn á ta bíbilsku fatanina og broytt hana á humanistiskan hátt. Ella sagt við øðrum orðum: Heilagleiki Guds er ikki samantvinnaður við kærleika Guds. Har er eingin javnvág millum tey bæði. Rættvísi og miskunnsemi, dómur og náði, lóg og evangelii, vreiði og náði, glatan og frelsa. Soleiðis er Bíbliunnar tala. Altíð eitt ”bæði og”. Ikki bara í Gamla Testamenti, men eisini í Nýggja Testamenti.
Hasin spenningurin er líka sum ikki til longur í okkara gudsfatan. Luther sigur: ”Tú skalt óttast og elska Gud …” Tað er vorðið til: ”Tú skalt elska Gud.” Gudsóttin er horvin. Og hvat er so úrslitið? Svenski rektarin í Uppsala, Agne Nordlander sigur tað soleiðis: ”Gud dømir og revsar ikki, so eitt mannabarn má biva fyri ásjón hansara, og hann elskar ikki, so at eitt mannahjarta letur seg upp í bivandi undran, tí tann Gud, sum verður boðaður menniskjum, er ikki førur fyri at gera nakað sum helst.”
Hetta er ein álvarsom ákæra móti Kristi kirkju, og hana mugu vit taka til okkara. Og síðani mugu vit gera eftir tí góða, gamla sjónarmiðinum: Aftur til keldurnar! Aftur til tann Gud, sum hevur opinberað seg á Bibliunnar bløðum, tann Gud, sum í gjár og í dag og til ævigar tíðir er hin sami:
Hin heilagi og kærleiksfulli Gud. Tann Gud, sum einglarnir tilbiðja við einum ”heilagur, heilagur, heilagur er Gud herliðanna”, men samstundis tann Gud, sum eisini kann siga við hin angrandi syndaran: ”Misgerð tín er burtur og synd tín fyrigivin” (Sí Jesaja kap.6), Tann Gud, sum sendi son sín í heimin, og sum ”fyri synda sakir fólks míns varð raktur” (Jesaja 53,8), men sum eisini kundi siga: ”Syndir tínar eru tær fyrigivnar, far avstað í friði.” Hatta er tann trúgvin, kirkjuliðið verður kallað aftur til, og sum tíbetur fleiri og fleiri sanna í tí besta partinum av tí andaligu endurnýggjanini, sum gongur um heimin. Her hevur Heilagi Andin, sum ikki fyrst og fremst er hin lukkuligi andin, gjørt tað, sum Bíblian í so ríkum máti lovar: Guds dýrd mitt millum síni trúgvandi. Máttu vit øll fingið lut í hesi sannroyndini.
Dansk Europamission. Håkon Bojsen, prestur. E.Campbell umsetti