Gud fer at senda heilagleika-veking!(1:2)

”So áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum –; og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna. ”
Róm.12,1-2

 

 

Eitt, sum ger, at mong kristin gera eina semju við heimsins anda, materialismuna og holdið, er, at ov lítið verður prædikað um heilagleika. Vit, sum boða orðið, eru ov lagalig og eftirlætin. Vit royna at tekkjast menniskjum meira enn Gudi. Vit tora ikki at leggja fram Guds vilja og veg, tá ið tað ræður um Bíbliunnar krav til heilagleika, av tí at vit óttast fyri at styggja ávís menniskju. Vit eru vorðin mannatrælir í staðin fyri Guds tænarar. Tað er vorðið lættari við tíðini at vísa burtur áminnungunum við teirri grundgeving, at tær eru bara atfinningarsamar. Men tá ið vit vísa áminningunum aftur, so eru vit uppií at taka kraftina úr saltinum, sum átti at virkað ímóti roti, og vit sløkkja ljósið, sum átti at skinið í myrkrinum.

 

Hví skulu vit ræðast áminningarnar? Paulus ræddist ikki at lyfta fremstafingur. Summi kristin møta áminningini hjá Paulusi í Róm.12,1-2, sum stendur uppi yvir hesum stykki, við svarinum, at vit skulu ikki vera so heft av tí ytra, av tí at tað bara elvir stríð. Her mugu vit ikki gloyma, at innara støðan í øllum førum vísir seg aftur í teirri ytru støðuni. Vit mugu vera vakin og geva okkum far um, hvussu atburðurin broytist.

 

Áminningin sigur altso, at vit skulu bjóða fram likam okkara sum eitt livandi, Gudi hugnaligt offur. Tað er tað ytra, ikki so? Um innara menniskja okkara er fylt við kærleika til henda heim, um vit brellast av tí skitna anda, sum er frammi í tíðini, og sum vísir seg í bókmentum, bløðum, útvarpi og sjónvarpi, móta, tónleiki o.t., so fara vit sjálvkravt at liva, lata okkum í og skikka okkum sum heimsins børn.

 

Eg fyri mín part havi valt ein afturhaldssinnaðan lívshátt, júst tí at vandin er so stórur í okkara tíð. Tað, sum fyrr stóð rimmarfast, flýtur nú, reglur syndrast, rákið í tíðini skræðir við sær – ikki bara tað, sum var skeivt fyrr í tíðini, men eisini styrkina og heiðurin úr gomlum døgum. Eg kann ikki noyða onnur at liva sum eg. Eg sleppi heldur ikki undan atfinningum frá fólki, sum trúgva á nýggjar vegir og nýggjar arbeiðshættir í gudsboðanini. Eg kann bara liva so, sum Heilagi Andin býður mær at liva.

 

Mong menniskju halda, at okkum tørvar nýggjar arbeiðshættir, nýggjar kirkjubygningar, nýggja urgu, nýtt kór os.s.fr. Tað er ikki tað, sum Guds kirkjuliði tørvar í dag. Tað er hin gamla kraftin, sum ápostlarnir høvdu. Tað er hana, vit vilja hava, og um vit høvdu hana í okkara kirkjuliðum, so kom nýtt lív í. Tá høvdu vit fingið nýggjar orðsins boðberar, teir somu gomlu, men nú fyltir við Heilaga Andans kraft..(Charles Price).

 

Tey vápnini, sum tey kristnu brúka í krígsførslu, tykjast heiminum láturlig. Ætlanin, sum riggaði so væl ímóti Jeriko, hevði verið hildin fyri spott av nútíðar hernaðarovastum. Lítli herurin hjá Gideoni hevði bara elvt til ókvæmisorð. Og hvat skulu vit siga um sleingibandið hjá Dávidi, og um Guds herfólk upp gjøgnum øldirnar. Tað andaliga sinnið veit, at Gud er ikki í parti við tí stóru herdeildini, men at hann heldur velur sær tað út, sum er veikt og fátækt og háðað, so at hann verður hálovaður gjøgnum tað. (William MacDonald).

 

Guds framferðarháttur er øðrvísi enn menniskjans.

Kunnu fólk bjóða fram likam sítt til eitt livandi, heilagt, Gudi hugnaligt offur, um tey eru soleiðis ílatin, ella skulu vit siga úrlatin, at tað veldur ástoyt í Guds kirkjuliði og vekur girnd hjá hinum kyninum?
Framhald….