Gud gloymir ongan

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Fyri tí gráhærda skalt tú standa upp og heiðra tann gamla!” (3 Mós 19,32)

Hetta lesa vit í Móselógini. Eisini á okkara døgum verður nógv gjørt fyri tey gomlu. Men hví vilja fólk ikki sanna, at tey eru gomul? Sjálvt orðið er mett at vera illavorðið. Sum ungur prestur talaði eg mangan á møtum fyri gomlum. Nú verða slík møtir hildin fyri teimum “eldru”. “Det Gamleshjem” í Kolding hevur nú fingið navnið “Låsbyhøj”. Tá eg var 79 ára gamal, talaði eg har ein jólaaftan, har ein býráðslimur eisini var til staðar. Hansara útsøgn varð endurgivin fyri mær: ”Hasin gamli – ja, orsaka orðið, men hesi vóru orð hansara – íðan, hann dugir enn at finna tey røttu orðini!” Orðið oldingi er heilt burtur úr málinum. Øll gera alt fyri ikki at gerast gomul. Hvat er tað, ið ræðir?

Er tað óttin fyri at verða gloymdur? Hesi stásiligu vælinnrættaðu ellisheim! Har eru tygum vælgoymd/ur, væl avbyrgd/ur. Goymdur og gloymdur. Orðini bera upp á rím.

So goym hetta sum ein veruleika. Hetta eru kor teirra gomlu. Í eldri tíðum fylgdi hetta við deyðanum. Við dugnaskapi læknans og hægra livialdri byrjaði sjálvandi ein at verða gloymdur, áðrenn deyðin kom. Allur tann almenni blíðskapur kennist sum: “Sleppið tykkum burtur og tað skjótt eisini!”

Gud gloymir ongan. Um spurvarnar sigur Jesus, at ikki ein teirra er gloymdur av Gudi. Tær ferðirnar, Ísraels fólk var í djúpastu neyð undir útlegdini, hoyrdist:

“Harrin hevur svikið meg. Harrin hevur gloymt meg!” Men Gud svaraði: “Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg, sí, í mínar hendur havi eg rist teg, borgargarður tínir eru mær altíð fyri eyga” (Jes 49,15-16). Siður var tá í Eysturlondum, og er tað enn í dag, at rista merki í hond sína, um tað var okkurt, ein átti at minnast til og ikki mátti gloyma. Í nýggju pakt sigur Jesus soleiðis: “Gleðið tykkum um, at nøvn tykkara eru goymd og skrivað í Himlinum” (sí Luk 10,20). Hetta hendi í dópi okkara.

Ritaður eri eg í tínar hendur

– tað er mín uggi, ið framá meg ber,

inntil mín sál hjá tær einaferð lendir,

lúgvað og troytt eftir drúgvari ferð.

(HMS 445,2)