Gud hyggur at hjartanum

”… Guð hyggur jú ikki eftir tí, sum maður hyggur eftir; tí at maður hyggur at tí, ið væl stendur í eygunum; men Guð hyggur at hjartanum.« ”
1.Sám.16,7b

 

Flest øll kenna vit til at meta um. Vit meta um, hvat sær væl út, tað veri seg persónar ella lutir. Vit hyggja eftir einum bili ella einum húsum, og alt kann tykjast at vera í besta standi. Men verður hugt gjøllari og á støðum, sum vit ikki síggja vanliga, er skjótt at vera varugur við eitthvørt, sum ikki var heilt so gott.

Gud hyggur, har vit mangan ikki hyggja. Hann hyggur at hjartanum! Menniskjan er meistari at lumpa onnur og seg sjálvan, at fjala sítt sanna andlit. Mangan ber tað eisini væl til, og alt gongur, sum tað skal. Og eftir at hava lumpað onnur í longri tíð, byrjar menniskjan sjálv at trúgva, at hetta er sannleikin.

Gud fái eg ikki lumpað. Eg kann lumpa onnur og halda, at eg kann lumpa Gud, men Hann sær ígjøgnum meg, Hann sær hjartað. Gud sær, hvat býr í mær. Hann sær, um tað er nakað, sum treingir til at verða ruddað út. Hann sær tað, sum plágar og særir. Hann sær, at mær tørvar hjálp.

Og Hann hevur hjálpina. Hann hevur givið sín egna son, Jesus Kristus, sum kann og vil rudda út í okkara hjarta, soleiðis at Gud sær eitt hjarta, sum er reinsað í Jesu blóði, tá ið Hann hyggur eftir mær.
Hvat sær Gud í tínum hjarta?
hh