Gud ja! Men Jesus?
”„Tí at ein er Gud, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guds og manna, maðurin Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll.“
1.Tim.2,5-6
Í 1976 kom ein bók út, sum æt „Gud ja! Men Jesus?“ Tað var Wilhelm Busch, sum størsta partin av lívi sínum var ungdómsprestur í Essen, sum skrivaði hana.
Menniskju kunnu saktans taka Gud í sín munn, men tá ið tey skulu nevna Jesus, tá vil tungan ballast, og tey hava torført at siga navn hansara – uttan, tá ið tey blóta og banna! Hví man tað vera so? Jú, tí øll frelsan hongur uppi í Jesusi. Gud hevur ikki knýtt frelsuna upp í seg, men hann hevur sett ein millummann millum okkum og seg. „Tí at ein er Gud, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guds og manna, maðurin Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll.“ 1. Tim. 2,5–6. Hvussu fáa vit lut í hesum? Við at taka ímóti tí.
„Men so mongum, sum tóku ímóti honum (Jesusi), teimum gav hann mátt (ella: rætt) til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.“ Jóh. 1,12.
Hví blíva vit ikki frelst við bara at trúgva á Gud? Tí heimurin er fullur av sonevndum „gudum“, sum ikki eru annað enn avgudar. „Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið.“ 1. Jóh. 5,12. Jesus sjálvur sigur: „Eingin kemur til faðirin uttan við mær.“ Jóh. 14,6.
Tað er bara ein røtt trúgv, sum vit kunnu liva og doyggja uppá: tað er trúgvin á Jesus Kristus, son Guds. Jesus hevur sjálvur sagt: „Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir.“ Jóh. 14,2. Men tað eru bara einar dyr til Guds bústaðir: „Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður (frelstur).“ Jóh. 10,9.
Jesus er dyrnar! Men tað vilja summi fólk ikki hoyra um. Eg sigi tær: Bara trúgvin á Jesus Kristus, Guds son, er ein bjargandi og frelsandi trúgv, sum vit kunnu liva og doyggja uppá.
Effie Campbell