Gud kundi svara kortini
„Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. “
Matt.7,7
Konuna, sum greiðir frá, havi eg kent, síðani vit vóru smágentur. Hon sigur soleiðis:
Eg hoyri upp í tann bólkin, sum onga mammu átti. Hon doyði, tá ið eg var 3 ár. So fingu vit eina húshaldirsku; men hon doyði, tá ið eg var 9 ár. So blivu vit einsamøll í húsi, og eg lærdi at gera alt sjálv og bleiv ógvuliga sjálvbjargin.
Í 2002 setti eg meg eitt kvøldið at slappa av og hyggja at sjónvarpi, áðrenn eg skuldi á kvøldvakt. Tað var sendingin „Horvin“. Tað var um eina gentu, sum leitaði eftir mammu síni. Eg sløkti so fyri sjónvarpinum, tá ið sendingin var liðug, og eg var rættiliga kedd. Eg hugsaði: „Ja, tú fanst so mammu tína aftur og kanst tosa við hana og spyrja hana, men tað kann eg ongantíð.“
Tað er so nógv við mær, sum eg ikki veit, hví eg eri soleiðis. Vanliga havi eg stutt fjús, men tá ið tað av sonnum leikar á, eri eg so rólig.
Eg fari so yvir til bókahillina og taki í onkra bók uttan at hugsa um, hvørja bók eg taki. Tá er tað poesibókin hjá mammu. Eg lati hana upp bara onkrastaðni. Tá komi eg niður á eina síðu, sum er so tjúkk. Eg helt meg vita, hvat ið stóð á øllum síðum, men hetta hevði eg ikki ansað eftir fyrr. Hetta vóru tvær síður, sum vóru klistraðar saman.
„Hvat er hetta?“ hugsaði eg, tá ið eg fekk tær sundur, „hvat havi eg skrivað her?“ Nú er tað so, at skriftin hjá mær og mammu er heilt líkar. Tað var hon, sum hevði skrivað hesar báðar síðurnar í 1932, og 70 ár seinni sleppi eg at lesa tað. Mamma var trúgvandi. Hon skrivar, hvussu týdningarmikið tað er at halda seg til Jesus, altíð at fyrigeva øðrum av hjarta og ikki at ganga runt og tosa negativt og slatra. Tað er sum at sita við einum kodda í fanginum og stinga hol á hann. So flúgva allir fjarðarnir úr, og tað er heilt ógjørligt at samla allar aftur, soleiðis er tað við slatri. Eg bleiv so glað fyri hetta. Tað var, sum Gud segði: „Nú skalt tú sleppa at kenna nakrar av tonkunum hjá mammu tínari.“
Gud er góður. Hann sær inn í hjartað og lesur tankar okkara. Hann sá, hvat ið hjarta mítt tráaði eftir, og 70 ár frammanundan hevði hann fingið mammu at skriva hetta niður, og nú, tá ið mær tørvaði tað, stýrdi hann mínum fetum yvir til bókahillina, har eg fekk fatur júst á teirri røttu bókini og uppdagaði, at tvey bløð vóru klistrað saman. Tá ið eg við einum knívi varisliga fekk loyst síðurnar sundur, las eg hesi orðini, sum vóru balsam fyri sál mína. Effie Campbell
Edvard Poulsen

