Gud svarar

„Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: »Harrin er Guð! Harrin er Guð!« “
1.Kong.18,39

 

 

1.Kong.18,19-39

Í døgunum, tá Elias var profetur, var israelska fólkið fallið frá Gudi og dýrkaði avgudar. Fyri at tey skuldu venda við, var alt fólkið saman við teimum, 450 Baal-profetar og 400 Asjera-profetar, kallaði saman á Karmel-fjallinum.

 

Tá trein profeturin, Elia fram fyri alt fólkið og talaði: „… »Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!« Og fólkið fekk einki svarað honum. “

 

Ísraelitiska fólkið vóru komnir so langt burt frá Gudi, at tað hevði mist trúnna á Hann. Hvussu kundi slíkt henda fyri eitt heilt fólk, sum Hann hevði gjørt so ómetaliga nógv fyri? Hann hevði jú leitt tey út úr trælatilveruni í Egyptalandi og inn í Kanaans land og hevði hjálpt teimum í stórum bardøgum móti fíggindanum, og ferð eftir ferð hevði Hann bønhoyrt tey.

 

Kortini vóru tey ólýðin og slitu boð Hansara, og av tí sama ivaðust tey í trúnni. Men Gud var góðir móti teimum og lat tey kalla saman á Karmel fyri at vísa teimum, at bert Gud er á trúnuni.

 

Elia skeyt upp, at Baal-profetarnir fyrst skuldu ofra en tarv til teirra gud og ákalla navn hansara – tí teir vóru jú nógvir. So skuldi eisini hann ofra ein tarv til Harran og ákalla navn hansara, men ongin teirra mátti seta eld á, segði Elia: Tann Gud, ið svarar við eldi, Hann er Gud!“
„… Tá svaraði alt fólkið og segði: »Henda ætlanin er góð!« „

 

Baal-profetarnir gjørdu nú teirra tarv kláran og fóru síðan at ákalla teirra gud. Teir dansaðu haltandi kring altarið, sum teir høvdu reist. Men har kom onki svar. So tóku teir til at skeina holdið við svørðum og spjótum, so blóðið rann niður eftir teimum og um middagsleitið leikaðu teir sum óðir, men sama skil – enn onki svar.

 

So kallaði Elia fólkið til sín, bygdi Harranum eitt altar, gravaði eina veit um altarið, legði við omaná, høgdi tarvin niður og legði hann oman á trærúgvuna. So bað hann fólkið stoyta fýra kaggar av vatni omaná alt. Tá tey høvdu gjørt hetta, segði hann: „… »Gerið tað aðru ferð!« Og teir gjørdu tað aðru ferð, so at vatnið fleyt yvir alt altarið, so at eisini veitin fyltist við vatni.

 

Tá trein Elia profetur fram og segði: „Harri, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels! „ … Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum! Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Guð, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!«“

 

„Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja eisini vatnið í veitini turkaði hann upp. Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: »Harrin er Guð! Harrin er Guð!« “ 1.Kong 18,38-39

 

Um vit sleppa øllum okkara egna og leggja lív okkara í Guds hendur, so koma eisini vit at uppliva, at Hann svarar: tá verður hjarta okkara fylt við eini ósigiligari gleði, tí vit vita, at Harrin er Gud.
E.Campbell umsetti