Guds grátandi eyga

”Og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann og segði: «Hevði tú tó eisini vitað, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum. ”
Luk.19,41-42

 

Í bók síni ”Undret som väcker os alla” greiðir Roger Larsson frá eini ferð til Ísraels. Her skulu vit taka tað pettið við, har hann vitjar inn í eina kirkju:

Henda stilla sabbatsmorgun í Jerusalem hevði eg leitað mær til tað lítla kapellið, Dominus Flevit(”Harrin græt”), ella sum eisini verður tikið til: ”Kirkjan hjá tí grátandi Gudinum”. Hon hevur skap sum eitt tár, ein dropi, og tað er, sum er hann dottin niður júst har á Oljufjallinum, á tí staðnum, har Jesus græt um Jerusalem. Heiðraður av mannamúgvuni var hann komin úr Betfage móti Jerusalem, ”og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann og segði: ”Hevði tú tó eisini vitað, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.”

Tíðliga í tíðini eru myndir av tárum funnar her á staðnum. Tá ið franciskanskir fornfrøðingar í miðjuni av 20.øld gróvu út har, áðrenn kirkjan varð bygd, komu teir fram á restirnar av einum mosaikgólvi frá einari ógvuliga gamlari kirkju, helst bygd longu í 6.øld. Í mynstrinum í mosaikgólvinum vóru eisini tár, og frá teimum gingu pílar, sum vístu í hvørja ætt, tey fullu: Móti Jerusalem.

Har sat eg nú í kvirruni og hugdi at altarvindeyganum, sum var beint framman fyri mær. Tað ímyndaði útsýnið út yvir Jerusalem, yvir tempulplássið við vælkendum bygningum, við tornum og kuplum, og ein sá út yvir tey mongu húsini í býnum, bygd úr tí eyðkenda hvíta kálksteininum.

Men har var okkurt meir, eitt perspektiv, sum vendi inneftir, móti hjartanum hjá tí grátandi Gudinum. Alt vindeygað vitnaði um tað. Listamaðurin hevði lýst tað so einastandandi.

Eg sá tárini, teir stóru droparnar allastaðni í altarvindeyganum. Og eg sá tornir, sum enn ikki vóru bundnir saman til eina tornakrúnu. Teir lógu har í einum bunka. Longu har hevði Jesus upplivað pínuna, sorgina yvir fólkið. Hann hugdi út yvir býin og græt.

Uttanfyri altarvindeygað gingu menniskjuni framvið, ein fyri og annar eftir. Tey kveittu skundisliga innum og hildu so fram leið sína, øll tyktust tey at hava hin sama longsulin at sleppa at síggja Jesus, síggja hin heilaga Gud, møta Heilaga Andanum.

So alt í einum sá eg hana – myndina frá barnaárum mínum, sum eg litaði í sunnudagsskúlanum, og sum eg hevði sæð so livandi fyri mær: hønan, sum samlar ungar sínar undir sínar stóru, tryggu veingir. Her uppi á Oljufjallinum inni í kapellinum, sum var myndað sum ein stórur dropi, var henda myndin at síggja á framsíðuni á altarinum. Hon var gjørd úr glógvandi mosaik. Og eg hugsaði um Jesu orð: ”Hvussu ofta havi eg viljað savnað børn tíni saman, eins og hønan savnar ungar sínar undir veingirnar!
Og tit vildu ikki.”

Men tað er ikki bara ein sorgblíð klaga, sum myndin skal sýna. Samstundis sýnir hon ein kallandi tóna. ”Komið higar til mín,” sigur Harrin, ”komið inn higar, sum trygt er at vera. Kveitið ikki bara innum og farið so víðari. Komið! Haldið á at líta upp til mín. Hyggið og livið.
E.Campbell umsetti